Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Víkingabýur til børnini á G!

Á G! Festivalinum í ár verður ein víkingabýur til børnini, og aftur í ár sleppa børn, ið eru 12 ár og yngri ókeypis á G!, um tey fylgjast við einum vaksnum, ið hevur atgongumerki.

Víkingabýurin á Lítla Garði, verður møguleikin hjá børnum at gerast víkingar eina løtu, at kríggjast, gera víkingaítrótt og gera og eta víkingamat.

Víkingar eru best kendir sum farligir stríðsmenn. Í víkingabýnum eru víkingar, ið læra børnini at stríðast, sum man gjørdi, tá Tróndur í Gøtu var á lívi.

Har ber til at lyfta hav og vita um man er nóg sterkur at sleppa í kríggj.

Í krígnum brúka tey latexvápn, so eingin kemur til skaða, man skal jú livna upp aftur og stríðast víðari í Valhøll, sum ein ordiligur víkingur.

Um man ikki er nóg sterkur at sleppa í kríggj beinanvegin, kann man gera víkingaítrótt fyrst.

Børnini sleppa eisini at royna bogaskjóting, tað er gott at duga bæði í kríggi og tá man veiður djór til matna.

Víkingar vóru tó fyri tað mesta friðalig og dugnalig fólk. Í víkingabýnum sleppur man at royna ymiskt, sum víkingar hildu vera ordiliga lætt, men sum nokk ikki er so lætt fyri tey, sum koma at vitja víkingabýin. T.d. at byrta bál við eldstál og flintsteinum.

Man sleppur at gera korn til mjøl í eini kvørn, og eydnast tað, ber til at baka sær eitt pinkalíti víkingabreyð yvir bálinum.

Víkingar høvdu ikki lampur, ið lýstu um kvøldarnar. Tey brúktu feittið frá til dømis seyði at gera sær ljós. Tey heilt ríku gjørdu bivoksljós til serligar løtur. Í víkingabýnum sleppa børnini at gera sær eitt pinkalíti ljós.

Klæðini hjá víkingum vóru eisini ørvísi enn okkara. Tey gjørdu klæði úr plantum og djórum. Ull frá seyði bleiv til dømis karða og spunnin til tógv. Hetta kann man eisini gera hjá víkingunum. Ofta gjørdu víkingar ymisk bond at seta á klæði, antin fyri at pynta ella fyri at gera tey sterkari. Í dag brúka føroyingar enn at seta bregda bond á føroyska búnan, í víkinginabýnum kann man gera eitt slag av flættaðum bandi á ein hátt, sum eitur at slynga.

Eisini verður ponuyríðing á ordiligum íslendskum víkingahestum, og leygardagin er skattaveiða.

Víkingabardagar vera at síggja. Her vera tvey sløg av bardaga víst fram.

Eitt slag har víkingar sjálvir vísa fram. Umframt eitt har søgan um floksmenninir verður fortald av bæði sjónleikarum og víkingum. Søgan gekk fyri ein stóran part fyri seg í Gøtu og fer nú at endurtaka seg meðan G! Festivalurin fer fram.

Børn, ið eru 12 ár og yngri sleppa ókeypis inn á G! Festivalinum, um tey eru saman við einum vaksnum við armbandi.

Í kvøld á miðnátt fer prísurin á G! atgongumerkjum upp. Brúka hendan seinasta møguleika at spara pengar, áðrenn prísurin fer upp. Atgongumerki fáast eisini á heimasíðuni www.gfestival.fo, á størru Magnstøðunum, umframt í Tutl og Vodafone í Havn.