Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vika Sex væl vitjað

Dan Klein --- 10.02.2018 - 09:30

Umleið 800 ungdómar úr øllum Føroyum hava hesa faru vikuna hoyrt fyrilestrar og fingið kunning undir heitinum ”Mynd krevur samtykki”.

Tiltakið VIKA SEX 2018 hevur verið á ferð og hevur vitjað allar yrkis- og miðnámsskúlar í Føroyum.

Evnið í ár var “Mynd krevur samtykki”, tí tað er ein sannroynd, at ung og fólk yvirhøvur ferðast nógv í digitala heiminum, og tískil er kunnleikin um kropp, mørk og kyn eins viðkomandi her sum í øðrum rúmum, vit ferðast í. 

Tað er av alstórum týdningi fyri trivnaðin hjá teimum ungu, at tey skilja týdningin av orðinum samtykki, tora at gera vart við síni egnu rættindi, rættindini hjá øðrum og kenna avleiðingarnar, um tey ikki virða mørkini hjá øðrum. 

Á tiltøkunum, sum vóru í Havn, í Vestmanna, í Suðuroy, í Klaksvík og á Kambsdali, nýttu 800 næmingar høvið at hoyra fyrilestrar eins og at fáa eitt prát við fakfólk um evnið.