Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

VÍF: kappingarárið gekk hampiliga væl

Eftir JÓN KRAGESTEEN tann 26/05/2012:

Áki Olsen (Mynd: Vestpack)

Eftirmeting av kappingarárinum 2011-12

Áki Olsen, formaður í VÍF, hevur orðið:

Hetta kappingarárið hevur gingið hampiliga væl – í øllum førum betur, enn árið fyri. Vit fingu fleiri gullheiðursmerki og sum heild fleiri betri plaseringar. Annars høvdu vit umleið sama tal av liðum í kappingini, sum árið fyri. Samanumtikið hevur eisini gingið væl at fáa dystirnar avgreiddar, her verður hugsað um dómarar, dómaraborð o.a. Fyri at nevna okkurt, sum ikki gekk so væl, so var tað keðiligt, at vit noyddust at melda liðið úr G17 kappingini. Og so sjálvandi var tað ein strika í rokningini, at Atlantic liðið ikki kom í FM finaluna.

Viðvíkjandi framtíðini, so hava vit altíð ætlanir, men einki út yvir tað vanliga. Vit kunnu tó rokna við at okkurt nýtt kemur á skránn, nú vit hava fingið Jan Ottosen sum nýggjan venjara í felagið. Og tað er gott at fáa nýggjan kust viðhvørt – nú fáa vit at síggja.

Viðvíkjandi HSF kundi eg ynskt, at arbeitt varð meira seriøst við A-landsliðum. Tað er gott, at tey ungu fáa avbjóðingar við U21 ella U23 landsliðnunum. Men tað er ikki nóg gott, at eingin avbjóðing er til leikarar, sum eru eldri, tað er drepandi fyri hondbóltsmenningina hjá teimum tilkomnu leikarunum.

Seinastu árini hava verið savningar fyri teir yngru leikararnar og tað er óført. Tað hevði einki gjørt, um hetta var heilt niður til tey 10 ára gomlu. Hetta er ikki nakað, sum HSF endiliga skal nýta orku til, tað er kanska betur, um initiativið kemur frá foreldrum.

At enda, hjá VÍF er málsetningurin altíð, at besta mansliðið er í oddinum, so har er málið heilt greitt at koma í FM finaluna. Og stóri dreymurin er, at bæði kvinnur og menn hjá VÍF FM samstundis.