Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Viðvíkjandi vitjanartølum á lýsingarsíðum í Føroyum

Tíðindaskriv frá Samskifti:

Samskifti, sum er felagið hjá føroysku lýsingafyritøkunum, vil saman við Felagnum føroysk Marknaðarfólk, sum er felag hjá føroyskum lýsingakeyparum gera vart við sína áskoðan um skráseting av vitjanartølum.

Feløgini bæði sakna gjøgnumskygni og trúvirði, tá tað snýr seg um vitjanarhagtøl á føroysku portalunum. Einasta loysnin er, sum ábyrgdarblaðstjórin á VP segði við Kringvarpið herfyri, at allir portalarnir verða mátaðir á sama hátt.

Feløgini eftirlýsa somuleiðis leiðreglur fyri, hvussu vitjanartøl verða nýtt sum skjalprógv. Tað er sera óheppið, at miðlarnir nýta ymisk tøl og ymsar teljarar at kunna um síni vitjandi. Hesi tøl liggja til grund fyri keyp av lýsingum og prioritering av lýsingamiðlum. Slíkar reglur vildu økt um trúvirðið á lýsingarsíðunum, sum bjóða seg fram í Føroyum og tryggjað, at okkara limir vistu, hvat tey keyptu.

Sostatt heita vit á størru miðlaportalarnar, sum bjóða seg fram á lýsingamarknaðinum, um at semjast um eina og somu skipan og mátingarhátt.

Feløgini eftirlýsa samstundis eina búning av føroyska onlinelýsingamarknaðinum. Tíðin er farin frá at hugsað verður í vikum ella mánaðum, tá lýsingapláss skulu keypast. Vit vilja sostatt eisini skunda undir at hugtøk sum pay-per-impression og pay-per-click vinna frama. Endamálið við hesum er at tryggja trúvirði og gjøgnumskygni, soleiðis at limirnir í feløgunum báðum vita, hvat keypt verður einumegin og, hvat mælt verður til at keypa hinumegin.

Vinarliga

SAMSKIFTI

Niels Arge Galán, formaður,

FELAGIÐ FØROYSK MARKNAÐARFÓLK

Eiler Fagraklett, formaður