Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Viðvíkjandi hvussu politiið handhevjar grindalógina

Politiið hevur seinastu dagarnar fingið fleiri fyrispurningar um, hvussu politiið vil handhevja grindalógina.

Løgtingslimir gjørdu undir viðgerðini á Føroya løgtingi greitt, hvat endamálið við grindalógini er og hvør revsingin fyri at bróta lógina er. Tað sæst í sjálvum lógaruppskotinum. 

Politiið fylgir neyvt samtykta uppskotinum á Løgtingi.

Sum við øðrum møguligum lógarbrotum, viðger politiið og ákæruvaldið hvørt einstakt mál sær, við atliti til próvførslu og revsing, áðrenn nøkur revsing verður ásett.

Útgangsstøði í grindalógini er, at revsingin er ein bót. Bert í einstøkum førum og undir skerpandi umstøðum, kann fongsulsrevsing koma uppá tal.

Tá ið avtornar, er tað dómsvaldið, sum tekur endaliga støðu til, hvør revsingin fyri at bróta lógina er.

Politiið ger ikki fleiri viðmerkingar til handhevjan av grindalógini..

Her er tíðindaskrivið hjá landsstýrinum á enskum: http://www.lms.fo/kunning/tidindi/tidindaskriv-um-grindalogina/