Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Viðvíkjandi broyting av hjúnarbandslógini ella skrásett parlag

Í tíðindasendingini hjá Kringvarpinum kl. 18 mánakvøldi 30. juli, í samband við eitt fráboðað lógaruppskot um skrásett parlag, verða allir politisku flokkarnir á Løgtingi nevndir við navni uttan ein. Framsókn er fyri, Miðflokkurin er ímóti. Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi lata tað upp til tann einstaka tingmannin, at taka avgerð.

Sum floksformaður standi eg spyrjandi, hví Sjálvstýrisflokkurin í hesum føri er útihýstur.

Til kunningar. Í slíkum málum taka umboð Sjálvstýrisfloksins støðu eftir sannføring.

Landstýrismaður Sjálvstýrisfloksins umsitur lógarmál.

Í samband við tær broytingar, sum eru framdar í Danmark við skrásettum parlag og broyting í hjúnarbandslógini, havi eg fráboðað umsitingini í Innlendismálaráðnum og mínum samstarvsfeløgum í landstýrinum, at slík lógaruppskot ikki verða framløgd vegna samgonguna, so leingi sum eg havi ábyrgdina av málsøkinum.

Kári P. Højgaard