Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Viðurkent dansiband til Føroya

– spælir til almennan dans á Hálsi 12. januar.

Leygarkvøldið 12. januar bjóðar Róðrarfelagið Knørrur til almennan dans í høllini á Hálsi við norska dansibandinum Contrazt og heimligu Hans Jacobi og vinmonnum.

Contrazt er nýtt í Føroyum, men millum populerastu orkestur í Noregi, har tað gjørdist Ársins Dansiband í 2011 og vann Gullskógvin, sum er fremsti heiður millum slíkar bólkar. Tey eru umbiðin um alt Skandinavia, duga væl at fáa lív í og spæla framúr tónleik.

Hans Jacob og vinmenn eru væl kendir frá dansigólvinum og ynskikonsertum í útvarpinum. Teir spæla populerar fóthvirlur og hjartabrúsarar og eru í toppformi til kvøldið, so karmarnir eru settir til eitt rættiligt dansikvøld.

Róðrarfelagið Knørrur hevur skipað fyri fleiri slíkum kvøldum fyrr, og sum vant er hugnað um í høllini, so at fólk kunnu svala á sær og fáa eitt hugnaligt prát millum svingini.

Atgongumerki til dansin fáast longu í forsølu í Kunningarstovuni í Havn og kunnu eisini keypast við dyrnar sjálvt kvøldið.

Róðrarfelagið Knørrur heilsar øllum vælkomnum.