Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nevndin í Føroya Fiskimannafelagið leggur aftur uppskot fram um at taka skipanina við sóknarformonnum av.

Viðtøkubroyting á skrá

Nevndin í Føroya Fiskimannafelagið leggur aftur uppskot fram um at taka skipanina við sóknarformonnum av.

Á landsfundinum fyri tveimum árum síðani var tað um reppið, at sóknarformenninir í Føroya Fiskimannafelag fóru í søguna. 20 limir atkvøddu tá fyri at taka skipanina av, meðan 21 atkvøddu ímóti.

Tað var felagsstjórnin – nevndin – sum legði uppskotið um at strika skipanina við sóknarformonnum fyri landsfundin í 2014, og nú ger hon so enn eina roynd.

Á landsfundinum hósdagin verður uppskotið um at taka skipanina við sóknarformonnum av lagt fram aftur. Tann broytingin ger eisini aðrar broytingar og justeringar í viðtøkunum neyðugar, og eru tær við í uppskotinum.

Ein javntekstur, sum vísir ætlaðu broytingarnar í mun til verandi viðtøkur, er viðheftur undir greinini.

- Sóknarformenninir høvdu stóran týdning, tá limatalið hjá Fiskimannafelagnum var fleiri ferðir so stórt sum nú og samskiftismøguleikarnir samstundis nógv verri enn nú. Men tíðin er farin frá skipanini. Tað gongur striltið yvirhøvur at manna fleiri av sóknunum við sóknarformonnum, og harafturat er skipanin bæði stirvin og byrokratisk.

- Tað hevur verið argumenterað við, at sóknarformenninir møta á landsfundi, og at tað hevði verið tunt við uppmøtingini, um teir ikki vóru. Tað er helst eisini rætt, at soleiðis hevur verið. Men tað kann ikki verða einasta orsøkin til at varðveita skipanina. Limirnir eiga at hava áhuga at møta landsfundi at gera sína ávirkan galdandi, sjálvt um teir ikki eru sóknarformenn. Men tað liggur sjálvsagt eisini á okkum í nevndini at skapa neyðuga áhugan um landsfundin, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag.

- Tíðin er farin frá skipanini við sóknarformonnum, sigur Jan Højgaard.

Uppskot eru eisini komin til landsfundin frá limum um støðutakan til onnur viðurskifti, og uppskotið um at seta hámark á limagjaldið kemur til viðgerðar. Tað uppskotið varð lagt fram í fjør, men uppskotsstillarin tók tað aftur tá, tí neyvar útrokningar av avleiðingunum ikki vóru gjørdar tá. Tær útrokningarnar eru gjørdar nú.

Nógv spennandi verður eisini á skránni á landsfundinum týsdagin umframt sjálva landsfundarskránna.

Herálvur Joensen, fráfarandi stjóri í Føroya Reiðarafelag, verður gestarøðari og fer at greiða frá, hvussu hann sær upp á sáttmálastøðuna, tá øll galdandi veiði- og fiskiloyvi fara úr gildi nýggjársaftan 2017 á midnátt.

Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, vitjar eisini og fer at gera ein stuttan status um støðuna viðvíkjandi fiskivinnunýskipanini og skipanina av uppsjóvarfiskiskapinum næsta ár og botnfiskiskapinum í Barentshavinum.

Og aftur í ár fara Hilmar Jan Hansen og Robert McBirnie at standa fyri undirhaldinum undir døgverðanum.