Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Viðmerkingar til ólavsøkurøðu løgmans 2014

Røða hildin 4. august 2014:

Nýggj tingseta

Eitt nýtt tingár er byrjað, og vit síggja fram til eitt spennandi tingár, ið er tað seinasta heila tingárið í hesum valskeiðnum.

Tað er líkt til, at fíggjarliga rásarúmið nú umsíður verður soleiðis, at málið um javnvág í 2016 ikki bara er ein vón, men um rætt verður atborið, ein natúrlig gongd og realistiskt.

Løgmansrøðan vísir heilt greitt, at búskapartølini peika rætta vegin og at vend er komin í á flest øllum økjum. Eisini verður víst á fleiri ætlanir, ið hava verið leingi ávegis, nú eru komnar ígongd.

Tað er altíð spennandi at fara í gongd við eina nýggja tingsetu, og í so máta er henda ikki minni spennandi, við tað, at tað búskaparliga rekur við og hetta er seinasta heila tingsetan í hesum valskeiðnum.

Henda samgongan hevur síðani hon tók við í 2011 tikið nøkur ódnartøk á fleiri økjum, og hevur fingið ein ávísan kritikk fyri okkurt av hesum, sumt helst er av røttum. Tó meini eg, at ágangurin viðhvørt hevur verið órættaður og ikki serliga væl grundgivin.

Fíggjarlig dissiplin

Avbjóðingin í hesi tingsetuni verður at varðveita fíggjarliga dissiplin í almenna sektorinum og fremja nýskipanir, nú valárið nærkast. Vit vita av royndum, at nærri vit eru einum valið truplari er at stýra skynsamt. Kanska henda samgongan, eisini her gongur undan, og tryggjar langtíðarhaldføri í búskapinum - heldur enn at taka stuttskygdar avgerðir og geva vallyfti, ið bara eru rættað til eitt komandi val.

Ríkisfelagsskapurin

Ríkisfelagsskapurin fær eisini sín sjálvsagda part í ólavsøkurøðuni, og víst verður á nakrar nýggjar fyrimunir, ið vit hava fingið í Ríkinum.

Umframt tær felagstænastur sum eru, stendur ríkisveitingin og ríkistænastur fyri einari milliard av samlaða landskassabúskapinum uppá 5 mia., svarandi til 20%. Hetta tryggjar vælferð í Føroyum og skapar búskaparligan tryggleika.

Búskaparliga virksemi

Nú tað búskaparliga gongur uppeftir aftur, er altíð áhugavert at hyggja aftur á aftur og staðfesta, hvat orsøkirnar eru til, at tað nú aftur gongur rætta vegin.

Tað er nokk onki at ivast í, at tað eru fleiri faktorar, sum gera seg galdandi í samfelagsbúskapinum - eisini tá rákið vendir. Her hjá okkum kunnu vit staðfesta, at høvuðsvinnan altíð hevur havt sera stóra ávirkan á búskapin. Vit hava ein lítlan og viðbreknan búskap, sum ikki er serliga diversificeraður, og sveiggini í okkara høvuðsvinnu síggjast beinanvegin aftur í okkara búskapi.

Fiski- og alivinnan hava havt nøkur góð ár, og privata tænastuvinnan hevur gingið betur og betur seinnu árini. Hetta saman við skattaumleggingini, sum gav flestu húsarhaldinum munandi størri gjaldføri, hevur gjørt tað møguligt hjá vinnu og borgarum at konsolidera seg.

Nú tað er kyrra aftur aftaná fíggjar- og búskaparkreppuna og tiltrúgvin til framtíðina er størri. Íløguhugurin hjá vinnu og nýtslan hjá borgarunum, saman við almennu íløgunum, hevur veruliga sett ferð aftur á samfelagshjólini, og eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi er vaksin nógv seinasta árið.

Onkur vil nokk siga, at nú skal tað almenna halda aftur við íløgunum, men vit mugu bara staðfesta, at sera trupult er at stýra búskapinum eftir almennu íløgunum, tí veruleikin er, at hetta eru íløgur, ið eru játtaðar fyri fleiri árum síðani, “júst fyri at seta ferð á búskapin”, og hetta er ein lítil partur av samlaðu íløgunum og búskapinum annars. Hinvegin eigur tað almenna at tálma virksemisskapandi íløgunum samstundis sum vinnuliga virksemi veksur og soleiðis ikki halda fram við at fíggja almennar íløgur við lántøku og vaksa um lánskuldina undir hákonjunkturum.

Búskapur er fyri ein stóran part psykologi, og tað er tá ið fjøldin trýr uppá framtíðina, vinna og borgarar brúka pengar, at búskapurin hevur tað gott.

Føroyski búskapurin er í stóran mun ein avspegling av, hvussu tað gongur í fiskivinnuni, ikki bara tí, at tað er okkara høvuðsvinna, men meira tí at vit ávirkast av hesum. Vit trúgva uppá framtíðina og tora tískil at brúka pening, og seta við hesum samfelagshjólini í gongd.

Vit kunnu kanska søguliga siga: Um toskurin hevur tað gott, hevur føroyski búskapurin tað gott!

Arbeiðsmarknaðurin

Arbeiðsloysið er komi væl niðurum 4%, samstundis sum løntakaratalið er økt við 500 fólkum, lønarútgjaldingar eru størri enn nakrantíð og eru vaksnar 5% higartil í ár, hetta hóast tað bert eru komin góð 10.000 tons av sild og makrel upp á land higartil í ár, í mun til góð 60.000 tons somu tíð í fjør. Leysliga mett gevur hetta eina lønarútgjalding uppá útvið 100 mio.kr. í hýrum, arbeiðsløn á innfrystingarvirkjunum og avleiddum vinnum.

Hetta leggur trýst á arbeiðsmarknaðin og fyri at vaksa um samfelagskøkuna, skulu vit gera enn meira fyri at økja um útboði av arbeiðsmegi. Umráðandi er, at fáa tey, sum onkursvegna eru dottin uttanfyri, innaftur á arbeiðsmarknaðin.

Lógin um arbeiðsfremjandi tiltøk hevur virkað væl, og vit skulu framhaldandi økja um útboðið av endurútbúgving og endurvenjing, so hesi aftur verða ein integreraður partur av samfelagnum.

Politiskar avbjóðingar

Vit mugu staðfesta, at hóast samlaði føroyski búskapurin er í vøkstri og virksemi er stórt, hava vit framhaldandi hall í landsroknskapinum. Hetta ber boð um ein bygnaðarligan trupulleika, ið má loysast sum skjótast.

Vit kunnu ikki lata okkara eftirkomarar gjalda skuld eftir okkum, tí má yvirskot aftur fáast á landsroknskapin, soleiðis at vit kunnu afturgjalda skuldina, ið er uppbygd síðstu árini.

Framtíðaravbjóðingarnar eru at tryggja búskaparvøkstur og fremja nýskipanir, ið tryggja langtíðarhaldføri í føroyska búskapinum. Samfelagskøkan skal gerast størri.

Hetta arbeiði má raðfestast politiskt fyri at tryggja framtíðar vælferðina.

Hóast fleiri nýskipanir eru gjørdar, er alneyðugt at fáa framt tær stóru, har tann størsta er fiskivinnunýskipanin. Men eisini er aðrar týðandi nýskipanir, ið skulu fremjast.

Týðandi er, at nýskipanirnar venda sosialt rætt, so hædd verður tikin fyri, at veikir bólkar í samfelagnum ikki verða raktir. Breiðar herðar mugu bera tungu byrðarnar.

Politiska uppgávan verður framhaldandi at nýskipa varligað og skipað, men hondfast. Raksturin av vælferðarsamfelagnum má tillagast, men samstundis mugu tey, ið veruliga hava vælferðartænasturnar fyri neyðini, ikki verða fyri vanbýti.

Tey, sum hava hjálp fyri neyðini, skulu hjálpast – samfelagið skal vera fyri øll.

Hetta er liberal-sosialur politikkur og avgerandi fyri, at Føroyar framhaldandi kunnu bjóða seg fram í kappingini millum norðurlendsk vælferðarsamfeløg.

Við stabilum og kappingarførum vinnukørmum er møguligt at skapa búskaparvøkstur, og við stabiliteti, tryggleika og vælferð fyri borgarar vilja føroyingar trívast. Tá kemur framgongd og livifóturin fær pláss fyri at hækka.

Takk fyri!

Bárður S. Nielsen

Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin