Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Viðmerkingar til fólkatingsvalið

Vit hava havt eitt sera áhugavert fólkatingsval.

Úrslitið var, at tríggir flokkar fóru fram.
Framgongdin var í prosentum:
Fólkaflokkurin: + 5 %
Sambandsflokkurin: + 4
Javnaðarflokkurin: + 1
Ein flokkur,Sjálvstýri, stóð í stað
Tveir flokkar fóru aftur. Afturgongdin var í prosentum:
Framsókn: - 1%
Tjóðveldi: - 6%

Teir flokkar, sum sita í landsstýrissamgonguni, mistu sostatt 6%, meðan andstøðan fór 9% fram.

Men hví høvdu vit yvirhøvur fólkatingsval?
Tað var so ikki tí, at vit høvdu biðið um tað. Vit høvdu livað í okkara egna ríki til 1848 og høvdu givið kongi einaveldi, so hann slapp at ráða øllum. Men 22. mars 1848 boðaði kongur frá, at hann legði einaveldi frá sær og bert skuldi gera tað sum ráðharrar hansara bóðu hann um. Hann læt tí valdið í Danmark frá sær til danir, og valdið í okkara ríki til okkara, sum her búgva. Men teir donsku ráðharrar, sum skuldu seta kongsins boð í verk her, og tí síggja til at útnevna ráðharrar at stýra okkara ríki, aktaðu ikki kongsins boð og søgdu, at vit ikki vóru eitt land í einum ríki fyri seg, men at vit vóru ein partur av Danmarkar ríki og tí skuldu velja menn á danating at stýra øllum Danmarkar ríki, men ikki stýra okkara egna ríki, tí tað skuldi danska stjórnin gera. Men henda stjórn hevði ikki rætt at stýra nøkrum sum helst her hjá okkum.

Fyri at danska stjórnin skuldi havt fingið rætt at stýra okkum, hevði verið henni neyðugt at fáa eina samtykt frá øllum okkara ríki um at vit vildu innlimast í Danmarkar ríki. Tað var ikki nóg mikið at ein partur av ríki okkara játtaði. Tað var heldur ikki nóg mikið, at Danmark samtykti at vit vóru ein partur av Danmark. Vit skuldu øll spyrjast.

Við várskipinum 1851 komu harraboð frá donsku stjórnini, at føroyingar skuldu velja tveir umboðsmenn á danating. Boðini vóru ólóglig, tí tey vóru í andsøgn við fólkarættin, sum segði, at vit skuldu hava okkara egnu stjórn, og at danska stjórnin onga heimild hevði at leggja upp í okkara innanríkismál.

Ætlan stjórnarinnar var eisini, at eitt annað land í ríki okkara, Ísland, skuldi vera umboðað á danatingi. Men Ísland fekk øðrvísi viðferð enn Føroyar, tí teir vóru spurdir um teir vildu fáa umboðan, og tá teir søgdu nei, var teirra serliga valda samkoma, sum hvørki vit ella grønlendingar eftir donskum harraboðum høvdu fingið loyvi til at velja umboðsmenn á, send til hús av donsku stjórnini.

Treytirnar sóu annars lagaligar út. Meðan donsku umboðsmenninir sjálvir skuldu krevja skatt av sínum veljarum fyri at fáa løn fyri at sita á tingi, sluppu føroysku umboðini undan, tí danir guldu fyri teir. Tað einasta sum kravdist av føroysku umboðsmonnunum var at teir skuldu geva eið uppá at halda ta grundlóg, sum danir høvdu gjørt fyri sítt ríki. Henda danska grundlóg var ikki grundlóg Grønlands, Føroya og Íslands, tí hetta ríki hevði framvegis sína egnu hægstu lóg, sum bert tey, ið har búðu, kundu broyta - ella avtaka við at innlima seg í Danmarkar ríki.

At hetta var okkara veruliga fólkarættarliga og statsrættarliga støða visti danska stjórnin alt um, men hesar upplýsingar krógvaði hon fyri okkum, so vit fingu einki at vita. Tað hon segði okkum, var at vit vóru ein partur av Danmarkar ríki, og tí vóru undir tí grundlóg, danir høvdu samtykt.

Okkara menn á danatingi høvdu tí ongan møguleika fyri at vísa hesum ósannindum aftur.

Men í 1905 gjørdist Noreg sjálvstøðugt ríki. Norska stjórnin hevði altíð verið misnøgd við friðarsáttmálan frá 1814, sum segði at Grønland, Føroyar og Ísland – 85% av Noregs ríki – ikki skuldu fylgja við, tá Noreg varð latið Svøríki. Illa lá fyri at krevja alt hetta aftur, men teir hildu, at tað har eingi búði, kundi roknast fyri harraleyst umráði, og at tað bar til at leggja tað undir seg. Norðmenn vóru tí á veiðiferðum har, og summir veiðimenn búðu har um veturin við. Teir settu tó ikki beinleiðis búgv har við konum og børnum.

Í 1931 lýstu norsku veiðimenninir ein part av Eysturgrønlandi at vera norskt umráði. Danska stjórnin helt, at hervið fóru teir um mark, og legði málið fyri altjóðadómstólin í Haag í Niðurlondum. Har fekk málið eina sera nágreinliga viðgerð av heimsins mætastu fólkarættarserfrøðingum.

Fremsta danska uppáhaldið var, at í 1814 vóru Grønland, Føroyar og Ísland partar av danska ríkinum og høvdu har støðu sum donsk hjálond. Nær hesar oyggjar vóru blivnar danskar vistu danska stjórnin ikki rættiliga at tíðarfesta, men segði at tað var ógvuliga langt síðani.

Norska stjórnin førdi fram, at Noreg og Danmark til 1814 vóru í einum sambandsríki. Treytirnar fyri hetta samband vóru munnliga ásettar millum partarnar frá 1380, tá oldurabbasonur Sverra úr Kirkjubø gjørdist kongur í báðum ríkjum, og vóru nágreinliga ásettar skrivliga í tí fólkarættarliga sambandssáttmálanum, sum partarnir skrivaðu undir upp á 29. august 1450. Statsrættarliga vóru viðurskiftini ásett við teimum stjórnarskráum (konstitutiónum), ríkini hvørt í sínum lagi høvdu samtykt í 1661.

Hjá dómarunum var eingin ivi. Sjálvt tann danski bráðfeingisdómarin samtykti, at í 1814 vóru Grønland, Føroyar og Ísland ikki partar av kongsríkinum Danmark, men av kongsríkinum Noreg, sum var í einum sambandsríki saman við Danmarkar ríki sambært allar teir sáttmálar, sum gjørdir vóru partanna millum. Tað sum var hent í 1814 var tí, at Noregs ríki var deilt millum sambandssríkið Noreg/Danmark og Svøríki. Tey 15% av Noregi, sum Svøríki fekk, vóru nú leys av øllum teimum sáttmálum, sum higartil høvdu verið galdandi Danmarkar og Noregs millum. Fyri hini 85% av Noregi vóru allir teir sáttmálar, sum høvdu verið galdandi til 1814, framvegis í gildi. Sambandsríkið var tí til við sama lag, og tað var hetta sambandsríki, og ikki kongsríkið Danmark, sum altjóðadómstólurin í 1933 segði hava yvirvaldsrættin yvir øllum Grønlandi. Tað vit kunnu harmast um, er at friðarsáttmálin 1814 ikki segði nakað um hvat ið hesi 85% av  Noregs ríki skuldi eita, men bert ásetti, at tey 15% skuldu hava navnið Noreg. Men sjálvandi eru tað tey, ið búgva í einum ríki, sum áseta navnið. Hetta skuldi vit gjørt á einum tjóðfundi, men tað eru vit ongantíð sloppin til.

Eftir at dómurin í Haag var fallin í 1933 var tí skilligt, at kongsríkið Danmark ongan rætt hevði havt at stýra Grønlandi og Føroyum síðani 22. mars 1848. Grønland og Føroyar vóru eitt sjálvstýrandi ríki, sum á jøvnum føti var í sambandi við Danmark um uttanríkispolitikk.

Tað sum nú hendi í hesum valstríði til fólkatingsvalið 2019 var merkisvert. Flokkarnir kravdu størri uttanríkispolitiskar heimildir.

Tað vit hava rætt til eftir altjóðarætti er at hava javnbjóðis rætt við Danmark í málum um krígsluttøku. Av tí at avgerð um at fara í kríggi er lagnutyngsta avgerð, sum takast kann í uttanríkispolitikkinum, vil hetta siga, at allar smærri avgerðir í uttanríkispolitikkinum skulu takast av okkum og dønum á jøvnum føti. Tí var tað ólógligt av donsku stjórnini at fara í kríggj í Irak uttan loyvi frá trygdarráðum í ST tá bæði Grønland og Føroyar søgdu nei. Tað ríki, sum leypir á eitt annað ríki uttan lógliga heimild, hevur mist allan rætt. Hevði Danmark í 1941 latið seg tøla at fara í kríggj ímóti Russlandi, kundi eingin í 1945 havt forðað russum at tikið ikki bert Danmark, men eisini Føroyar og Grønland. Men um aldarskiftið hevur danska stjórnin vavt okkum inn í fleiri óneyðug kríggj. Einki er so lætt sum at  byrja eitt kríggj, men eingin veit hvussu tað endar. Gongur tað illa, so fáa vit sviðan at kenna, hóast vit ikki sluppu at gera av, um sambandsríki okkara yvirhøvur skuldi fara uppí, og at danir bróta fólkarættin við at forða okkum at vera við í avgerðartilgongdini.

Tá føroysku flokkarnir nú krevja størri uttanríkispolitiskar heimildir, er talan um eitt álvarsmál. Ið hvussu er ber ikki til hjá hesum flokkum at geva nakað hátíðarligt lyfti um at halda donsku grundlógina, tí sambært henni hava vit ongar uttanríkispolitiskar heimildir uttan tær, sum danir av náði lata okkum fáa. Tá sambandsmaðurin Poul Niclasen í 1949 helt, at vit høvdu fingið so nógv uttanríkispolitiskt rásarúm, at vit skuldu sleppa at siga, um vit vildu at Føroyar fóru upp í NATO, fekk hann at vita, at slíkt sluppu Føroyar ikki at siga eitt kis um. Poul Niclasen fekk greitt at vita, at sambært grundlógini  vóru tað danir, sum gjørdu av, hvat ið skuldi henda í uttanríkispolitikkinum. Tann, ið fyrst hevur givið eitt hátíðarligt lyfti um at halda grundlógina donsku, kann tí ikki loyva sær aftaná at krevja nakrar uttanríkispolitiskar heimildir uttan tær, sum tað hóvar donsku stjórnini av náði at lata okkum.

Nú á fólkatingsvalinum var tað bert Sjálvstýri, sum sýtti fyri at ganga undir donsku grundlógina við at boða frá, at okkara umboð ikki hirdi at seta seg á tann stól, sum danska stjórnin í andsøgn við fólkarættin hevði avgjørt, at vit skuldu hava á danatingi. Hetta fekk annað lag í alt valstríðið, og fekk hinar flokkarnar at yvirbjóða hvønn annan við at krevja størri uttanríkispolitiskar heimildir. Um so er, at álvari er í tí, teir søgdu í valstríðnum, er Sjálvstýri altíð til reiðar at hjálpa teimum at seta ta rættarstøðu í verk, sum teir søgdu seg vilja hava.

Zakarias Wang