Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Viðmerkingar frá Team Fuglark um Marknagilsdepilin

SKÚLADEPILIN VIÐ MARKNAGIL: Prosjektið og útbjóðingartilfarið í sambandi við nýggja skúladepilin við Marknagil hevur seinastu tíðina verið fyri nógvum atfinningum í fjølmiðlunum. Í eini tíðindasending fríggjadagin tann 25. mai kl. 18.00 varð ført fram, at óneyðug og alt ov strong krøv verða sett til stálið, sum hevur við sær óneyðuga dýran framleiðslukostnað. Eisini varð ført fram, at fasadurnar eru illa gjøgnumhugsaðar og beinleiðis vandamiklar. Team Fuglark hevur í opnum brævi til Landsverk fyrihildið seg til málið og við fakligum grundgevingum afturvíst hesum atfinningum. Tak niður brævið frá Team Fuglark her:

TeamFuglark_svar.pdf(26 KB)

http://landsverk.fo/get.file?ID=8981

Í brævinum verður víst á, at tey krøv, sum verða sett til framleiðslu av stáli ikki eru hægri ella strangari enn galdandi reglur. Víst verður til kravið um, at berandi stál í bygningum av hesum slagi skal dimensionerast í tí sokallaða “høj konsekvensklasse” CC3, og at eftirlitið við framleiðslu (kontrolomfang) sambært Eurocode skal vera EXC4.

Í brævinum verður eisini víst á, at fasaduloysnin er væl gjøgnumhugsað og roynd. Team Fuglark hevur, í tøttum samstarvi við fremstu framleiðarnar innan fasaduloysnir t.e Shuco og Wicona, gjørt eitt prosjekt- og útbjóðingartilfar, sum livir upp til krøvini til føroyska veðurlagið. Team Fuglark vísir eisini á, at fleiri fyritøkur, eisini undangóðkendar fyritøkur, longu eru til reiðar at bjóða upp á arbeiðið.

At enda vil Landsverk viðmerkja, at tað er sera óheppið fyri gongdina, at so hvassar atfinningar móti prosjektinum verða førdar fram í miðlunum uttan um prosjekttoymið og langt aftaná, at spurnarfreistin er farin. Lagt hevur nevniliga verið upp til, at viðmerkingar og spurningar verða savnaðir saman, viðgjørdir og svaraðir á sakligan hátt og innan ásetta tíðarkarmin.