Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Viðmerking til kjakið um skjaldarmerki Føroya løgmans

Í kjalarvørrinum av, at tað er komið fram, at veðrurin í føroyska skjaldrarmerkinum er samlíkur honum, ið verður nýttur í gotlendskum skjaldrarmerki, umframt at tað í Degi og Viku mánadagin hin 13. mai varð sett spurnartekin við, hví føroyska skjaldrarmerkið ikki varð boðið út alment, verður við hesum kunnað soleiðis um tilgongdina:

Í 1998 varð farið undir at fyrireika nýtt skjaldrarmerki. Í tí sambandi varð umhugsað at bjóða arbeiðið út ímillum listafólk. Løgmansskrivstovan spurdi tá Bárð Jákupsson frá Listasavni Føroya til ráðs. Bárður mælti frá at bjóða uppgávuna út, tí at gera slíkt skjaldrarmerki, ið lýkur øll formlig krøv, er ikki hvørs mans føri – tað er ein uppgáva fyri ein heraldikara, sum hann tók til.

Stutt eftir hetta vendi Løgmansskrivstovan sær til Niels G. Bartholdy, arkivar á Ríkisarkivinum og serfrøðingur í heraldiki, um spurningin. Á sumri sama ár letur sami Niels G. Bartholdy okkum frágreiðingina “Færøernes Våben”.

Á vári 2003 verður arbeiðið tikið uppaftur somuleiðis í samstarvi við Niels G. Bartholdy, ið skuldi standa fyri uppgávuni. Málið var tá at fáa nýggja skjaldrarmerkið liðugt, soleiðis at drotningin kundi avdúka tað í november 2003, tá Norðurbryggjan og nýggja føroyska sendistovan í Keypmannahavn formliga lótu upp. Tað eydnaðist.

Hesar leiðreglur vóru brúktar sum útgangsstøði fyri skjaldrarmerkinum:

1. Våbenet skal udformes med respekt for den ældre færøske historie samt heraldikkens regler for udformning af våbnet for lande

2. Det færøske våben på stolegavl fra Kirkjubøur i 1406-42 benyttes som det egentlige motiv.

3. Herudover kan lagmandens segl fra 1300-tallet anvendes som motiv

4. Det generelle motiv er derfor den oprindelige færøske vædder med mulighed for kosmetiske tilpasninger

5. Vædderen skal være hvid (sølv) med guld horn, guld klove og rød tunge. Den skal fremstå som vild, vred, ophidset og klar til angreb, dvs klar til at stange

6. Selve skjolden, som vædderen opføres på, jf. Stolegavlen fra Kirkjubøur i 1406-42, skal være blå

7. Skjolden opføres på et hvidt ambassadeskilt, hvor der skrives Sendistova Føroya i rød tekst

8. Det generelle udgangspunkt vedrørende farver er således farverene i det færøske flag samt guld.

Undir leiðslu av Niels G. Bartholdy varð skjaldrarmerkið teknað av Ronny Andersen, våbentegner, og føroyski grafikarin Ingi Joensen hevur staðið fyri at tillaga skjaldrarmerkið at nýta á brævpappírum o.l.

Vit hava í gjár vent okkum til Ronny Andersen. Hann hevur vissað okkum um, at veðrurin í føroyska skjaldrarmerkinum er fult og heilt skapt av honum til Føroya landsstýri. Hann hevur sæð gotlendsku tekningina á Wikipedia og følir seg sannførdan um, at sjálvur veðrurin er avrit av hansara.

Løgmansskrivstovan fer at kanna henda spurning, so at vit fáa fulla vissu fyri samanhangin í hesum máli.

Søgan um skjaldrarmerkið er at síggja á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovun i her:

http://www.tinganes.fo/Default.aspx?ID=11045