Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tá ið eg av órøttum eri løgd undir at siga ósatt, vil eg koma við hesum viðmerkingum. 

Í innslagnum í gjár teingir KvF tvey ymisk mál saman. Øðrumegin er innanhýsis displinermálið hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum (HIMR), og hinumegin ein óformligur fyrispurningur um at flyta starvsfólk. Fyri LMS er talan um tvey fullkomiliga ymisk mál. LMS hevði bara eitt “mál”, og tað var at svara einum óformligum fyrispurningi um flyting. 

Tað er rætt, at eg, í sambandi við eina samrøðu við KvF tann 30. August, viðvíkjandi spurninginum um ógegni hjá aðalstjóranum í HIMR starvsfólkamálinum, segði, at eg visti, at málið var har, men eg havi ikki verið inni í málinum. Eg metti nevniliga ikki, at LMS hevði verið inni í hesum disiplinera starvsfólkamáli hjá HIMR. Tað var handfarið fult og heilt av HIMR. 

Men meðan HIMR enn viðgjørdi nevnda starvsfólkamál, fekk eg um hálvan august ein óformligan fyrispurning frá aðalstjóranum í HIMR, um tað kundi verið ein møguleiki hjá HIMR at bjóða starvsfólkinum at flyta frá HIMR til Kærustovnin, um játtanin fylgdi við.
Eg fekk tá stjóran í Lógartænastuni at spyrja stjóran á Kærustovninum, um hetta kundi verið ein møguleiki.

Eftir umhugsan boðaði stjórin á Kærustovnnum frá, at hetta kundi lata seg gera, og tað fortaldi eg so aðalstjóranum í HIMR. 

Tað er eftir hetta, at starvsfólkið skrivar til mín fyri at hoyra nærri um hetta starvið, sum HIMR hevði sagt, at hon kundi flytast í. 

Tá eg var stødd uttanlands í summarfrí, ringdi eg til starvsfólkið og greiddi frá tí, sum aðalstjórin hevði fingið at vita frá mær.

Hetta hevði kortini einki við sjálva viðgerðina av disiplinera málinum at gera. Hetta er hvør sítt mál. Samrøðan við KvF 30. august var um gegnið hjá aðalstjóranum í disiplinermálinum. Eg hugsaði ikki, at ein óformligur fyrispurningur um flyting kundi fatast, sum at LMS hevði verið inni í sjálvum disiplinermálinum hjá HIMR. 

Nú so nógv er sagt og skrivað um hetta mál, og tað hoyrist, at Løgtingsins umboðsmaður er farin at vísa áhuga fyri handfaringini av hesum starvsfólkamáli, haldi eg tað vera best at lata hana gjøgnumganga tað og gera sína niðurstøðu. 

Marjun Hanusardóttir 
Løgmansstjóri