Viðmerking til Høgna í Stórustovu
Í grein vísur Høgni á ymiskt viðvíkjandi fiskivinnu. Tíverri er stórsti parturin loddrøtt lygn. Og tað hevði Høgni vita, um hann gjørdi eina roynd at seta seg inn í málið.
Hevði Høgni í Stórustovu ómaka sær at spurt Høgna Hoydal ella Bjørt Samuelsen um hetta, so høvdu tey kunnu fortalt Høgna tað. Tað treytar at tey siga sum er og ikki dylja tað tey vita.
Høgni vísur á at tilfeingisrentan er 8-900 milliónir. Tað er loddrøtt lygn. Sambært somu uppgerð, eru manningarhýrur 2.487.000, tó at rætta talið er 701.566. Bara hýrurnar eru fleiri 100 milliónir skeivar. Somuleiðis er restin av roknistykkinum eisini skeivt. Stórsti parturin av tilfeingisrentuni er longu endaður í landskassanum. Eftir modellinum eru 133 milliónir eftir at heinta inn. Also eftir modellinum uttan justeringar. Tað føðir hvørki landskassa ella nakað annað. Havandi í huga, at modelli er vánaligt, so verður tað talið uppaftur minni.
Manipulerandi politikarar byggja ikki land
At taka upp eftir manipulerandi politikarum, sum antin ikki skilja mun á 965 og 133, ella ikki vilja skilja munin, er ikki smart.
At útnevna fólk, sum heimskendir útlendskir serfrøðingar á økinum, halda lítið um, til skilafólk, kann ljóða smart í Føroyum. Men tað byggir onki land. Tað kann brúkast til at manipulera fólk og miðlar og onki annað.
Keðiligt at fólk, fóðra við følskum upplýsingum, renna ørindir fyri onnur, sum ongantíð hava saklig, men bara manipulerandi sjónarmið.
Stórsti vandin við ætlaðu broytingunum er helst, at stats-stýrt einaveldi ikki kann skipast komandi 12 árini, ja kanska ongantíð, heldur onkur.
Strendur
P.S. Viðv. útlendingum ber ikki til at hava greiða meining, tí tey sjónarmið vit hava hoyrt eru kenslur. Ongar sakligar upplýsingar. Tað eru fyrimunir og vansar við tí, men tað skal metast sakliga. At misbrúka Hanus, sum onnur eisini hava gjørt byggir heldur ikki land. Ongin munur er á menningarkvotunum, sum Hoydal deildi út, eftir júst somu prinsippum, sum gjørt var í Namibia. Sjálvt útlendingar fingu, í stríð við lógina, menningarkvotu í Føroyum.