Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Viðmerking til Helga Abrahamsen

Helgi hevði grein um at " Viðgera smálutirnar og gloyma heildina". Greinin var í lagið. Men kanska niðurstøðan ikki er røtt.

Er trupulleikin ikki, at vit veljarar velja tað besta fyri okkum og als ikki hugsa um heildina? Meini so við, at høvdu vit valt eftir hvat vit mettu verða best fyri heildina, so var valstríðið øðrvísi og tingið møguliga øðrvísi manna.

Kann ikki lata verða við at nevna tingkvinnu, sum kom á ting við at lova at tað skuldi verða bíligari at liva. Nú legði hon uppskot á ting um at heita á landsstýri um at kanna, um tað var møguligt at gera nakað fyri at lækka kostnaðarstøði! Tað má sigast at verða falitterklering.

Væntar nakar, at Jørgin kemur til aðra niðurstøðu enn at skatting av pensjónum við inngjald og flatskattur er eitt stig á vegnum og at annars var vallyfti hennara reint bluff!!

Eivind Jacobsen

Strendur

P.S. møguliga er skilagott er at tingmenn í andstøðu fáa hálva løn, tí teir avrika einki allíkavæl.