Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á myndini frá vinstru: Sven Hentze frá Install, Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini, Annika Olsen, borgarstjóri og Jón Dahl frá Install.

Víðka um landstreymin á Vestaru Bryggju

Á Vestaru bryggju er nógv virksemi. Men hóast skip dagliga stevna út og inn, er minni at hoyra til skipini. Landstreymur frá Tórshavnar havn ger, at støðugt fleiri skip sløkkja motorarnar, tá ið tey liggja við bryggju.

Og nú verður skipanin við landstreymi á Vestaru bryggju víðkað uppaftur meira.

Í dag ber til at veita 63 Amperu í 3 støðum, og 125 Amperu í einum staði. Við landingarmiðstøðina Barðið liggja skip javnan og landa, men har hevur einki streymúttak verið nærhendis, tí veður skipanin víðkað, so landstreymur eisini kann veitast her.

Sostatt fer nú at bera til at fáa landstreym á fimm støðum á Vestaru bryggju, og 125 Amperu landstreymur verður tøkur á øllum fimm støðum

Samstundis fer at bera til at máta og avrokna nýtsluna sjálvvirkandi og so hvørt nýtslan fer fram.

Tað er el-innleggjarin Install, sum stendur fyri arbeiðinum. Kostnaðurin fyri arbeiðið og el-útbúnaðin er 525.000 krónur.

Sáttmálin varð undirskrivaður seinnapartin.

Á myndini frá vinstru: Sven Hentze frá Install, Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini, Annika Olsen, borgarstjóri og Jón Dahl frá Install.