Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Viðgerðartrygd er týðandi partur av vælferðarsamfelagnum

Tað skal bera til hjá øllum sjúklingum at leita sær heilsubót innan stutta tíð

Sambandsflokkurin hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at seta í verk eina skipan fyri viðgerðartrygd til allar føroyingar.

Tá vit tosa um tað modernaða vælferðarsamfelagið eftir norðurlendskum leisti, so er viðgerðartrygdin ein týðandi partur av tí. Tað skal bera til hjá øllum sjúklingum at leita sær heilsubót innan stutta tíð frá fyrsta sjúkradegi.

Um vit gerast sjúk, og serliga um útlit eru fyri, at sjúkralegan verður drúgv, skulu vit koma í viðgerð skjótast til ber. Og júst á hesum økinum manglar nakað í føroyska samfelagnum.

Fyri nøkrum árum síðani varð ein skipan gjørd í Danmark, har tey søgdu, at tey góðtóku ikki longur, at fólk skuldu liggja sjúk ella hava pínu í óneyðuga langa tíð. Tí varð bjóðað ein trygd fyri, at øll skuldu fáa tilboð um viðgerð innan stutta tíð.

Tann skipanin hevur virkað somikið væl, at vit eiga at bjóða føroyskum sjúklingum tað sama. Serliga tá hugsað verður um, at vit eru í ríkisfelagsskapi við Danmark, og vit senda eisini nógvar sjúklingar til Danmarkar til sjúkraviðgerðir.  

Sambandsflokkurin hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at seta í verk eina skipan við viðgerðartrygd til allar føroyingar. Vónandi vinnur uppskotið frama, tí har er nógv at vinna.

Erhard Joensen