Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Frá vinstru - Lassi Klein frá fyritøkuni Meklarin, Símin Johannesen, borgarstjóri í Nes kommunu og Frants Jensen, Aðalskrivari í Blá Kross.

Viðgerðarheimið skal nú byggjast

Nes kommuna og Blái Krossur skrivaðu í vikuni undir ognarbræv, sum staðfestir, at grundøkið sum Nes kommuna gjørdi byggibúgvi í 2006, nú er ogn hjá Blá kross.

Samlaði kostnaðurin av byggingini er mettur til góðar 12 milliónir krónur. Harav hevur Nes kommuna latið byggibúgvi grundstykkið. Blái Krossur lýkur eisini krøvini um MVG frítøku sambært lóg. Blái Krossur eigur í løtuni 2,2 mió. krónur til byggingina og hevur eisini tilsagnir um at fáa 1 mió. kr. afturat frá fyritøkum og øðrum.

Sambart Bláa Kross er nógv longu gjørt við at fáa pening til vega til nýggja viðgerðarheimið, og er Blái Krossur Føroya sera takksamur fyri allar tær mongu gávurnar, ið higartil eru komnar. Bæði einstaklingar og fyritøkur hava stuðlað væl.

Vónað verður, at føroyingar eisini í komandi tíð fara at stuðlað byggingini.