Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Viðgerð av sjáldsomu sjúkunum CTD og GSD

Skrivligur fyrispurningur í Løgtinginum um støðuna og ítøkiligar ætlanir um sjúkraviðgerð. Frá Edmund Joensen, løgtingsmanni til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum

Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin hevur í gjár sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum ein skrivligan fyrispurning eftir § 52 a í tingskipanini.

Edmund Joensen spyr um landsstýriskvinnan kann greiða nærri frá:

1. Um føroyingar við sjáldsomum sjúkum, eitt nú CTD og GSD, ikki hava fingið nøktandi viðgerð í føroyska heilsuverkinum?

2. Um sjúklingar við GSD eru sendir á Ríkissjúkrahúsið til viðgerðar, hóast sjúklingar og GSD-sjúklingafelagið vísa á, at viðgerðin har ikki er nøktandi?

3. Og hvørji stig fer landsstýriskvinnan at taka fyri at fáa nevndu viðurskifti í rættlag, so fólk við sjáldsomum sjúkum sum CTD og GSD kunnu kenna seg trygg?

Edmund Joensen sigur í sínum viðmerkingum til hesar spurningar, at flestum kunnugt eru ávísar sjáldsamar sjúkur millum føroyingar, t.d. CTD (Carnitin Transporter Deficiency) og GSD (Glycogen Storage Disease).

Undirritaði hevur fingið upplýst, at millum slíkar sjúklingar valdar stundum stórur ótryggleiki. Ein orsøk skal vera, at tilbúgvingin í føroyska heilsuverkinum til at viðgera hesar sjúklingar er ikki nøktandi.

Ovurstórur læknamangul er í Føroyum, og tað er kanska partur av trupulleikanum.

Tað hevur ljóðað, at ein serlækni skuldi setast sum serlækni hjá sjúklingum, við eitt nú CTD og GSD, men sum skilst, er tað ikki hent.

Øll orsøk tykist tí at vera til, at landsstýriskvinnan í heilsumálum kunnar Løgtingið um hesi viðurskifti og annars tekur neyðug stig til at rætta viðurskiftini. 

Eisini borgarar við sjáldsomum sjúkum hava krav uppá bestu viðgerð frá føroyska heilsuverkinum, og fokus má og skal vera á sjáldsamar sjúkur, ið fólk hava her í Føroyum.

Edmund Joensen vónar, at landsstýriskvinnan í heilsumálum kann geva eina góða frágreiðing um verandi støðu og hvørjar ítøkiligar ætlanir eru um at menna viðgerðina av hesum serligu sjúkum.

Sambandsflokkurin