Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Viðgerð av løgmansrøðuni

Tað er sera hugaligt at vera við í hesi viðgerð, og enn einaferð sleppa at viðgera eina sera góða løgmansfrágreiðing, at kunnu vísa á fleiri góðar broytingar, sum eru gjørdar seinastu árini, eisini saman við andstøðuflokkunum, og at kunna ásanna, at tað framhaldandi verður hildið fram við hesum.

Eg eri sera glað fyri at arbeiðið við at gera heim til fólk við sálarsjúku og menningartarni heldur fram, og ikki minst, at dag- og umlættingartilboðið Reiðrið eisini er komið rættiligani langt. Tað er alneyðugt at raðfesta bústaðir og tilboð. Betri umstøður og tilboð fólk hava, betri eru tey fyri.

Somuleiðis fegnist eg um samanleggingina av Almannastovuni og Nærverkinum, nú Almannaverkið, og at rehabilitering er ein veruleiki. Eg vóni, at borgarin skjótt fer at merkja hesa broyting, fáa gagn av henni, og veruliga merkja, at tey verða stuðlað til at klára seg sjálv.

Vóni at næsta stóra broytingin verður, at tá borgarin hevur brúk fyri stuðuli, so er tað stuðulstakarin sjálvur, sum raðfestir, hvussu stuðulin verður brúktur, tað sum í okkara grannalondum eitur personlig brugerstyret assistance, PBA. Í dag er tað soleiðis, at tann, ið fær stuðul skal laga seg til eina ávísa skipan.

Vit kunnu fegnast um útsøgnina hjá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, um at hon kannar møguleikan við Fontain house. Sjálv kenni eg til hesa ætlan, og løgtingið hevur fingið framløgu av hesi verkætlan. Vónandi verður hon veruleiki. Eini 40 fólk við sálarsjúku, sum eingi tilboð hava, kundu fingið gleði av hesum tilboði, um vikuna. Okkara politikkur er, at øll skulu merkja, at tað er brúk fyri einum. Eisini fegnist eg um, at loysn nú er við at koma á heim fyri sálarsjúk í Havn. Tíverri kom eitt rættarmál ímillum og seinkaði arbeiðinum.

Tað at keypa gomul hús ella leiga bygningar til alment sosialt virksemi eigur at vera søga, tí kunnu vit fegnast um, at tað framhaldandi verður raðfest at bygt verður til endamálið. Sum nýggjasta dømi, so eru húsfólkini á sambýlinum undir Fobbakletti flutt úr húsinun, tí tey eru í so ringum standi, og eru noydd at leiga seg inn í onnur hús. Vóni ikki at onnur sambýlir eru í sama standi, men eg eri tó bangin fyri, at vandin er til staðar. Tað er alneyðugt at gera eina raðfesting soleiðis, at tey gomlu sambýlini verða seld og nýggj tíðarhóskandi verða bygd í staðin.

Í vár varð lóg um Arbeiðsfremjandi tiltøk, uppfylging av sjúkradagpeningi samtykt, og gongd er sett á arbeiðið við at broyta læknaváttanina til ístaðin at vísa á, hvat ein megnar. Broytingar í Barnaverndarlógini er samtykt, og skuldi herðingin av lógini verið viðvirkandi til, at børn fingu skjótari hjálp. Nú er lættari at fyribyrgja, heldur enn at seta inn eftir at skaðin er hendir.

Samkipari er settur í samband við Heildarætlanina um harðskap í parlagnum og nærsambondum. Semja er um at víðka hesa ætlan til eisini at fevna um kynsligan ágang. Tað kann ikki sigast annað enn, at tað hevur verið gjørt eitt fyrimyndarligt arbeiði í sambandi við heildarætlanina, og vónandi kann arbeiðsbólkurin koma við einum tilmæli um ætlan fyri kynsligan ágang, líka so skjótt sum við tí fyrru ætlanini.

Kynsligur ágangur er eitt sera viðkvæmt og týdningarmikið evni, ið sjóneykan eigur at verða sett á. Viðkvæmt, tí tey flestu orka ikki tankan um, at nakar fremur kynsligan ágang móti børnum, øll vita at tað fer fram, og einasti mátin at fáa bilbukt við slíkum, er at seta orð á. Tað er tann ræðuligi veruleikin, og tí mugu vit ikki halda fyri eyguni. Í buktini liggja tá øll tey, ið hava verið fyri áganginum, og tey, ið eru fyri kynsligum ágangi í dag.

Størsta hóttanin fyri framtíðina hjá einum barni er millum annað kynsligur ágangur, tí er alneyðugt at raðfesta viðgerðartilboð til fólk, sum eru rakt.

Tað er at fegnast um, at arbeitt verður við at fáa sett Barnahús á stovn. Endamálið við barnahúsi er, at tá eitt barn hevur verið fyri kynsligum ágangi, so er eitt stað at venda sær til. Politi, barnaverndartænasta, lækni og sálarfrøðingar koma til staðið. Húsið er barnavinarligt innrættað, við avhoyringarhølum og kanningarhølum. Endamálið er, at barnið og familjan skulu kunna vera í húsinum í tryggum umhvørvi og fáa alla ta hjálp, stuðul og viðgerð, tey hava brúk fyri.

Vit hava brúk fyri einum barnahúsi. Kanning sum Tóra Petersen, sálarfrøðingur og granskari, hevður gjørt av 687 børnum í 8 flokki í 2005/6 vísir, at 5.2 % av børnunum hava verið fyri kynsligum ágangi. Hetta eru 36 børn í einum árgangi. Tað er grund til at halda, at hetta talið er galdandi fyri allar árgangir. Ein kanning, sum Pál Weihe hevur gjørt, vísir, hvussu nógv ung hava roynt at taka lívið av sær.

Sambært hagtølum frá Barnaverndarstovu Føroya og politinum seinastu 3 árini, so vórðu fráboðanir til barnaverndartænastuna um kynsligan ágang móti børnum í 2011, 2010 og 2009 ávíkavist 25, 18 og 9. Hagtølini frá politinum siga ávikavist 25, 23 og 26. Men her er talan um bæði børn og vaksin.

Kris upplýsir, at uml. 50 nýggj venda sær til felagsskapin um árið, og talið er alsamt vaksandi. Tað kann ikki sigast annað enn, at kynsligur ágangur er ein stórur trupulleiki í Føroyum, og sum vit ikki kunnu ella skulu lata eyguni aftur fyri. Kanningar vísa eisini, at 80 % av teimum, sum hava diagnosuna borderline, hava verið fyri kynsligum ágangi.

Vaksin, sum hava verið fyri kynsligum ágangi sum børn, hava sera stórar trupulleikar, og fáa hesi ikki hjálp er trupult hjá teimum at fáa eitt vanligt lív at hanga saman.

Vit mugu raðfesta viðgerðartilboð fyri seinárin, (vaksin sum hava verið fyri kynsligum ágandi sum børn/ung), tí tørvurin er stórur.

Tí kann tað undra, at tá talan er um rúsdrekka- ella rúsevnisviðgerð , so kann ein fáa ókeypis viðgerð, men er talan um kynsligan ágang, so veitir heilsutrygd stuðul og viðkomandi má gjalda sín part sjálvur, og tað er ikki talan um smávegis upphæddir.

Eg eri hørm um, at tað ikki stendur á løglistanum, at lóg um Barnaváttan skal leggjast fyri Tingið í hesari setuni, sjálvt um samgongan er samd um at seta hesa í gildi. Undir viðgerðini av barnaverndarlógina, høvdu allir flokkar á tingi ynski um, at barnaváttan skuldi setast í verk. Eg fari at heita á landstýri, um at fáa lóg um barnaváttan setta í gildi sum skjótast. Barnaváttan er við til at forða, at fólk , sum hava fingið dóm fyri at hava gjørt seg inn á børn, verða sett í starv at arbeiða við børnum og ungum og kann verða viðvirkandi til, at kynsligur ágangur á børn og ung í størri mun verður meldaður.

Nú arbeitt verður við at orða ein rúsdrekka- og rúsevnispolitikk og viðgerðartilboð til ung og familju, og um hvussu vit fyribyrgja sølu av rúsevnum, vóni eg, at vit kunnu fáa eitt aðalorðaskifti á tingi um hesi viðurskifti.

Ein væl úr hondum greidd demensætlan er gjørd og fari eg at spyrja avvarandi landsstýrisfólk um, hvussu tað gongur við hesum arbeiði og at fáa tað ført út í lívið.

Arbeiðið við at gera heilsuøki kring landið er áhugavert, og fari eg at heita á landsstýrismannin um at endurskoða álitið og lata heimasjúkrafrøðingarnar verða ein part av ætlanini, og ikki minst eisini ein áheitan um at endurskoða økini.

Peningurin er fingin til vega til barnapsykriatriina, so børnini kunnu verða greinað, men um viðgerðar- skúlatilboð ikki kunnu veitast, er lítið vunnið. Tá staðfest er, hvat barninum ella unglinginum bagir, kunnu foreldur verða heima og fáa stuðul fyri mista inntøku. Hetta er ikki ein ynskilig leið fyri foreldrini, og tað er ein størri útreiðsla fyri landið. Tað er eingin loysn, at foreldur kunnu fáa pening útgoldnan. Tað sum brúk er fyri er, at barnið fær eitt væl tilrættalagt skúla- og viðgerðartilboð.

Í hesum føri liggur stór ábyrgd á landsstýrismanninum í MMR. Í dag eru eingi nøktandi tilboð til børnini. Eg vóni, at Bjørn Kalsø kann leggja lógaruppskot um serlinjur í fólkaskúla og miðnámskúla fyri Tingið í hesari setuni. Ìsland hevur gjørt nógv við at tilrættaleggja skúlatilboð til einstaka barnið, hetta verður gjørt við, at foreldur og skúlin skriva undir sáttmálla, sum báðir partar samstarva um. Eg veit, at landsstýrismaðurin ætlar sær til Íslands at kanna skúlaviðurskiftini har, og eg vóni vit fáa nøkur úrslit skjótt.

Kanning í Danmark sum felagið hjá donsku sosialpedagogunum hevur gjør , vísir, at um sett verður inn við fyribyrgjandi tiltøkum , sum eru við til at forða fyri, at fólk sum vaksin enda sum fyritíðarpensjónistar, kann samfelagið vinna millum 7,5 og 12,5 mió fyri hvønn borgara, sum verður hjálptur.

Hetta eru týðilig dømi um, at tað er neyðugt við fyribyrgjandi tiltøkum, og kunna hjálpa børnum og ungum , tá teimum tørvar hetta. Sum samfelag hava við ikki ráð til at lata vera.

Eg vil enda við at siga at vit hava verðins besta land at búgva í, men vit hava brúk fyri, at fleiri fáa tað betur.

Rósa Samuelsen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin.