Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Viðgera smálutirnar og gloyma heildina

Eitt eyðkenni fyri føroyskan politikk er, at vit viðgera ofta smálutirnar og ikki tann yvirskipaða politikkin. Síggja vit ein lítlan trupulleika í einum størri samanhangi, so gera vit alt, fyri at loysa henda lítla trupulleikan, og lata restina liggja. Eitt dømi um hetta sóu vit í farnu viku, tá løgtingið viðgjørdi eitt uppskot um at javnseta ferðaseðlakostnaðin á samferðsluøkinum.

Fyrimunir og vansar

Eg havi sjálvur ferðast dagliga millum Havnina og Skálafjørðin í nógv ár, og havi tí onkuntíð hugsað tankan, at tað hevði verið munandi lættari at búð í Havn. Tað hevði spart næstan tríggjar tímar dagliga í bussi. Men tað er ikki bara fyrimunur at búgva í Havn. Ein vansi er, at í Havn, skalt tú rokna við eini sethúsaskuld, sum man vera eina millión hægri, enn tá tú býrt á bygd.

Tað eru fyrimunir og tað eru vansar, men til alla lukku, velja vit sjálvi. Eg velji sjálvur, um eg vil ferðast nógv og skylda lítið, ella um eg heldur vil skylda nógv og ferðast lítið.

Rentustuðul og ferðastuðul

Men so er tað, at politikarar koma inn á banan fyri at stýra smálutunum.

Tað er so synd í teimum, sum skylda nógv, og tí geva vit teimum almennan rentustuðul. Landskassin skal gjalda ein part av rentunum fyri tey dýru húsini. Men sum við øllum øðrum hjá landskassanum, so mugu pengarnir fyrst krevjast inn, áðrenn teir kunnu gjaldast út.

So tá bygdamaðurin, við tí lítlu skuldini, rindar skatt, so fer ein partur at pengunum til at gjalda fyri tey dýru húsini hjá borgaranum í Havn. Av tí sama hevur bygdamaðurin minni eftir at ferðast fyri.

Men so vaknar politikarin aftur. Nú er tað so synd í bygdamanninum, tí hann skal brúka so nógvar pengar til ferðing. Og hvat gera vit so? Jú nú skal landskassin gjalda ferðaútreiðslurnar.

So tá havnamaðurin næstu ferð rindar skatt, so ferð ein partur av pengunum til ferðaseðilin hjá bygdamanninum. Og so er sjálvandi óneyðugt at siga, at eitt úrslit av hesum verður, at havnamaðurin hevur minni eftir at gjalda húsarentu við.

Frá lumma til lumma

Vit senda rokningar frá vinstra lumma, yvir í høgra lumma, og senda so aðrar rokningar frá høgra lumma yvir í vinstra lumma. Og tað kalla vit ”at loysa trupulleikar.”

Tíverri hava vit nógv dømi um hetta í føroyska samfelagnum. Vit taka detalju eftir detalju og gloyma tað yvirskipaða.

Hvørja ferð eini hús verða bygd, so má renta gjaldast, og hvørjaferð eitt strandfaraskip loysir, ella ein bussur startar, so kostar tað pengar. Tað er bara ein spurningur, hvør skal hava rokningina, brúkarin ella skattgjaldarin. At býta um rokningar ger tað ikki bíligari.

Mugu hugsa øðrvísi

Tað sum eg her skrivi, skal á ongan hátt skiljast sum ein atfinning ímóti ítøkiliga uppskotinum um at javnseta ferðaseðlakostnaðin á samferðsluøkinum, men heldur sum ein atfinning móti teirri yvirskipaðu tankagongdini í føroyskum politikki.

Vit stríðast um, hvar skúlar skulu byggjast, og gloyma, hvat teir skulu brúkast til. Vit stríðast um, hvussu nógvar kommunur vit skulu hava, og gloyma, hvat endamálið er við kommunum o.s.fr. Vit stríðast um smálutirnar og gloyma heildina.

Helgi Abrahamsen

Løgtingsmaður