Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Videolag: Tað kemur so nógv gott av skafti, at eg fái ikki latið vera!

- nýggja videolagið hjá Jens Marna, er enn eitt tekin um miðvíst arbeiði, so tónleikurin kemur enn longur!

Fríðálvur Jensen:

Tá eg fyrstu ferð hoyrdi Jens Marna, vildi eg hava hann at spæla til brúðleypið hjá dóttrini, men hann bar seg undan.

Eg minnist so væl, tá “The Right Way” kom út og eg hoyrdi hann á Tórspallinum á Ólavsøkuni – hvussu fantatiskt tað riggaði.

So kom Melodiið og “Gloria,” sum var eitt stórt og viðurkent lop á hansara tónleikaleið.

Eg var ongantíð í iva um, at her var ein serligur tónleikari við síni serligu hásu rødd, sum fór at bergtaka.

Tað haldi eg hevur hildið, tí vit hava her ein tónleikara á høgum altjóða støði – hvør minnist ikki Keypmannahavn?

Onkur spurdi, hvør nú var tann betri?

Nú hevur Jens Marni gjørt enn eitt stig leiðini og vildi hava sína egnu video – hon er sera væl úr hondum greidd.

Tá vit hava ein slíkan tónleikara, sum fær gott fólk afturat sær, so kann tað heila bara fara upp í eina hægri eind.

Síggj og hoyr hetta fram úr góða arbeiðið...

 

 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=5DcVmIRHoJs&feature=share&list=UURi0cLEGdaKtk_hGguMcDfw]