![](/myndir/myndin-16773_r_705_0.jpg)
Videokanning av korallum í juni 2018
Annað árið á rað hevur Magnus Heinason gjørt videoupptøkur av havbotninum kring Føroyar.
Í ár var áhersla løgd á tey djúpu økini suður-vestur úr Føroyum. Økið millum Sandoyarbanka og Suðuroyarbanka, har korallir vórðu sæddar í fjør, varð tó eisini kannað, sí kort niðanfyri.
Korallir vórðu staðfestar í trimum økjum: Suður av Sandoyarbanka, suður av Føroyabanka og suður av Bill Baileybanka.
Í norðara kanti á Føroyabanka, norðan fyri Skeivabanka og á Munkagrunninum vóru korallir fyrr í tíðini, men á hesum støðum vóru ongar korallir at síggja á hesum túrinum.
Nógvar áhugaverdar eygleiðingar vóru av svampi, botndjórum og fiski.
Les alla frágreiðingina her: http://www.hav.fo/PDF/Turar/2018/FRAG1826.pdf