Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

VIDEO: Spakin settur í fyri nýggjum Hvalbiartunli

Dan Klein --- 17.05.2018 - 08:30

Mánadagin hendi tað umsíðir, at spaki varð settur í fyri einum nýggjum Hvalbiartunli, sum íbúgvarnar í kommununi so leingi hava eftirlýst. Nógv fólk vóru savnaði inni í dalinum ávegis móti tunnilsmunnanum, har tveir eldri borgarar høvdu fingið sum uppgávu at loysa fyrsta flagið fyri atkomuvegnum. Her er ein videofrásøgn frá hátíðarløtuni, sum helt fram í Roynhøllini, har Hvalbiar kommuna og Landsverk bjóðaðu kaffi og tunnilskøku. 

Trýst á myndina omanfyri og síggj og hoyr, hvussu hátíðarløtan fór fram, og hvat borgararnir siga til, at teir um fá ár sleppa at koyra ígjønum ein nýggjan og nýmótans tunnil millum Hvalba og Trongisvág.

Sí eisini leinkju til tíðindaskriv og myndafrásøgn frá hátíðarhaldinum her: http://www.landsverk.fo/fo-fo/nyggjur-hvalbiartunnil-naerkast



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=oOWrYs9ydjU]