Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Video: Pensjónsaldurin gerst meira smidligur

Við nýggju pensjónsskipanini verður møguligt bæði at útseta og at framskunda fólkapensjónina. 
Pensjónsaldurin fer í størri mun at taka útgangsstøði í tørvinum hjá tí einstaka. Ynskir tú at arbeiða longri enn pensjónsaldur kanst tú útseta pensjónina, og afturfyri fáa hægri grundarupphædd og viðbót tá tú fert á pensjón. Hevur tú hinvegin tørv á, at fara av arbeiðsmarknaðinum fyrr vegna kropsligt ella sálarligt slit, so ber til at fáa framskundaða pensjón upp til 3 ár áðrenn vanliga pensjónsaldurin.  
 
Samsvarandi hækkandi livialdri, hækkar pensjónsaldurin eisini varliga. 1. januar 2025 hækkar hann fyrstu ferð úr 67 ár upp í 67½ ár. Hann hækkar aftur úr 67½ ár upp í 68 ár tann 1. januar 2030. Tá fólkapensjónin varð sett í verk var miðallivialdurin sum pensjónistur 3-4 ár. Í dag er hesin 18-19 ár, og væntað verður at vit skjótt í miðal fara at liva minst 22 ár sum pensjónistar. Hetta er gott og gleðiligt, men krevur eisini tillagingar av skipanini, um tryggjast skal øllum eina góða pensjón - eisini í framtíðini.
 
Soleiðis greiddi Kristina Háfoss frá ætlaðu broytingunum í pensjónsaldrinum á tíðindafundinum í farnu viku.
[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=J46kQ8rH2Ig]