Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

VIDEO OG MYNDIR: Nýggi bygningurin á Landssjúkrahúsinum tekur skap

Dan Klein --- 27.02.2018 - 09:20

BYGGIPLÁSSVITJAN: Fríggjadagin hevði Landsverk bjóðað limunum í fíggjarnevndini í Løgtinginum, landsstýriskvinnuni í heilsumálum og bygginevndini fyri útbyggingina av Landssjúkrahúsinum, at síggja stóra byggiplássið, har sonevndi H-bygningurin av álvara tekur skap.

Byrjað varð við eini rundsýning á byggiplássinum, har Eyðun Petersen, byggileiðari fyri Landsverk, greiddi frá gongdini við byggingini, sum er umleið seks vikur framman fyri tíðarætlanina. Síðani varð farið niðan í umsitingarbygningin hjá Landssjúkrahúsinum, har Jóanis Erik Køtlum, sjúkrahússtjóri, greiddi frá, hvussu arbeitt verður innan sjúkrahúsverkið, og hvussu tey ætla at skipa verkið frameftir.

Eftir hetta varð farið oman í móttøkuhøllina á Landssjúkrahúsinum at hyggja eftir framsýningini av innrættingini av H-bygninginum, har tað bæði eru innrættað ein vanlig seingjarstova og ein psykiatrisk stova, sum tær fara at síggja út, tá nýggi bygningurin er liðugur um trý ár. Eisini varð greitt frá gongdini við listprýðingini av H-bygninginum, sum tey útvaldu listafólkini hava fingið sum uppgávu at gera.

Nýggi H-bygningurin er partur av eini langtíðarætlan fyri um- og útbygging av Landssjúkrahúsinum. Hetta byggistigið fevnir um nýggjar medisinskar seingjardeildir, føði- og barnsburðardeild, psykiatriskan depil, hølir til sjúkrahúsuppvenjing og køk. Í kjallaranum verður millum annað parkeringsøki, tøknirúm til hitapumpur, seingjavaskisentralur, høvuðsgoymsla og rúm til burturkast. Samlaða gólvvíddin er 14.500 fermetrar.

Dagurin 23. februar varð valdur, tí tað var hendan dagin í 1924, at Landssjúkrahúsið – táverandi Dronning Alexandrines Hospital – varð tikið í brúk.

Sí  faldara við fakta og tekningum av H-bygninginum:  http://www.landsverk.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiles%2fFaldarar%2f40910+H-bygningur+opid+hus_+faldari+A5.pdf



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=CuMY__poJDU]