Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

VIDEO: Nógvir bilar sleipaðir leysir

KAVARUDDING: Maskinførararnir hjá Landsverki hava havt úr at gera á landsvegakervinum undir truplu umstøðunum, sum illveðrið og nógvi kavin seinasta samdøgrið hava elvt til. 

Nógvir bilar hava staðið fastir. Serliga við Norðskálatunnilin, á Hálsi í Sandavági, Vestmannavegnum, eins og aðrastaðni.

Landsverk ávarar framvegis bilførarar ímóti at koyra móti áðurnevndu økjum, eins og tað framvegis er trupult og í fleiri førum ómøguligt at koma fram til fleiri bygdir.

Tó er tað soleiðis, at tað í skrivandi løtu skipað verður fyri kolonnukoyring um Hálsin í Sandavági og millum Kollafjørð og Hósvík, har enn bert eitt sport er opið. Hetta verður skipað í samstarvi við lokalu sløkkiliðini.

Í hesum stutta filminum er ein maskina í ferð við at sleipa tveir bilar leysar í tjúkka kavanum eystaru megin Norðskálatunnilin.
[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=xL98vSPjSHc]