Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Video: Neyðugt at kveikja áhugan fyri yrkisútbúgvingum

Dan Klein --- 07.10.2017 - 09:47

HANDVERKSLÆRLINGAR: FM fyri handverkslærlingar er eitt frálíkt stig fyri at fremja hugin hjá teimum ungu at velja sær yrkisútbúgvingarvegin sum yrkisleið, heldur løgmaður

Fyri at økja um áhugan og talið av handverkararum í Føroyum, er tað ein meginuppgáva at fáa greiðu á, hvussu yrkisútbúgvingar kunnu skipast, so tær økja um áhugan hjá ungdóminum. Tað er neyðugt at menna og fjøltátta yrkisútbúgvingarnar. Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, millum annað, tá ið hann fyrrapartin setti FM fyri handverkslærlingar í SMS fyrrapartin hósdagin.

Hann heldur tað týdningarmikið, at ungdómurin verður tikin upp á ráð.

"Ungdómurin eigur at vera spurdur, hvørjar yrkisútbúgvingar tørvur og áhugi er fyri, soleiðis at nýggjar útbúgvingar kunnu verða stovnsettar. Eisini er neyðugt at útboðið av hesum útbúgvingum gerst attraktivt og viðkomandi fyri bæði kynini. Sum nú er, eru tað heilt fáar gentur, ið fara yrkisvegin, hetta orsakað av vantandi valmøguleikum", vísti løgmaður millum annað á.

Løgmaður heldur, at FM fyri handverkslærlingar er eitt frálíkt stig fyri at fremja hugin hjá teimum ungu at velja sær yrkisútbúgvingarvegin sum yrkisleið.

Røða løgmans kann lesast her: https://d3b1dqw2kzexi.cloudfront.net/media/10130/fm-fyri-handverkslærlingar-2017.pdf


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=--rMkQ30LGo]