Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Video: Jens Marni Hansen

- arbeiðandi tónleikarin við nýggjum lag

Eg havi fyrr umrøtt Jens Marna og vil fegin gera tað aftur, tí eg havi so ofta verið tikin á bóli, tí hann er bæði eitt arbeiðsgrev og so er hann eisini millum okkara bestu tónleikarar. 

Seinast eg líka tók eitt prát við Jens Marna var á Hotel Føroyum, tá Showmenn spældu til okkara árliga jólafrokost.

Eitt sindur lítillátin spurdi hann meg, hvat eg helt um spælið og kundi bara enn einaferð siga, at tí feilti yvirhøvur onki.

Hann sigur so víðari, at hann fyrr á degnum var til okkurt tiltak norðanfyri og so stóð henda uppgávan at loysa.

Tað er ofta so, at nøkur bara eru til tað heila og kom hetta eisini fram á tiltakinum hjá Kris á Eiði, har vit kundu síggja henda spelkna mannin renna frá hesi til hasa uppgávuna, so tað er neyvan ov nógv sagt, at hinir bólkarnir og tónleikararnir eisini njóta gott av tí, Jens Marni leggur úr hondum.

Eg havi fylgt honum nú í mong ár og havi altíð hildið at røddin liggur best til rock´in, men hansara evnir liggja eisini á øðrum sjangrum – tó bestur er hann til tey meira rockkendu løgini.

Hása og eitt sindur ráa røddin er so einastandandi, at eg vóni, at Jens Marni fer at koma við onkrum, ið fer á rock´uta bógvin.

“Anywhere You Wanna Go” er avgjørt tann útgávan, eg haldi er millum tær bestu yvirhøvur og minnist enn ta ólavsøkuna, tá hann legði hesa fram, at eg varð seldur á staðnum.

Fyri at koma til tær seinastu útgávurnar, er tað eisini serstakt, at Jens Marni valdi at geva fløguna “Føroyskir Klassikarar” út í nýggjum hami, tí tað er sera neyðugt, at vit eisini onkuntíð eru afturlítandi og ikki gloyma tey, sum hava lagt “botnin” í føroyska tónleikin.

Seinasta skotið er tekstur eftir Hans Jákup Glerfoss, ið Jens Marni hegnisliga hevur sett lag til.** Við góðu tónleikarunum Finni Hansen, Paula Magnussen og Jósva Debes hava teir verið í upptøkuhølunum og lagt hesa super útgávuna úr hondum.

Heitið á lagnum er “Dreymahavið.”

Tað er sera nógv gott komið út hesar seinastu mánaðirnar og henda útgávan ber sanniliga eisini boð um tað sama.

Fríðálvur A. Jensen


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=DN5PIsg5YiM]