Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Video: Filmur um ferðslutrygd og ferðafólk

FERÐSLUTRYGD: Til tess at varpa ljós á nøkur serlig viðurskifti í føroysku ferðsluni, nú nógvir útlendingar hesa ársins tíð leita sær til Føroya í egnum bili, hevur Landsverk latið gjørt ein film um ferðslutrygd og atburð í ferðsluni í Føroyum, sum beinleiðis vendir sær til útlendsk ferðafólk.

Hóast føroyska vegakervið er væl útbygt og sum heild trygt, so er ferðslutrygd nakað, ið týðiligt ljós altíð skal vera á. Sum avvarðandi stovnur av landsvegakervinum, arbeiðir Landsverk áhaldandi fyri, at ferðslan skal glíða so trygt og væl, sum gjørligt. Hetta merkir eisini, at øll, sum nýta infrakervið, vísa neyðugt varsemi og kurteisni, tí hetta kemur øllum ferðandi til góðar.

Summarið er tann árstíðin, har flest útlendsk ferðafólk leita sær hendanvegin við bili. Flestu teirra eru ókendir við føroysku ferðsluna og hava lítlar ella ongar royndir við teimum serligu fyribrigdunum, ið eru eyðkend fyri okkara ferðslu og ferðslukervi. Til dømis vansan við seyði á vegnum og einbreytaðum vegum og tunlum.

Við øktari ferðslutrygd fyri eyga hevur Landsverk í samstarvi við Kovboyfilm latið gera ein film, ið vendir sær beinleiðis til útlendingar. Filmurin viðger tey atlit, sum allir bilførarar eiga at taka, tá koyrt verður í Føroyum.

Talan er um ein teknifilm, sum á greiðan hátt vísir nakrar støður, ið allir bilførarar kunnu koma út fyri á føroyskum vegum og í tunlum. Ikki minst hvussu einstaki bilførarin best tekur hædd fyri slíkum støðum og kemur best burtur úr teimum.

Landsverk hevur heitt á ferðaskrivstovur, flutningsfeløg og aðrar veitarar innan føroysku ferðavinnu, at kunna ferðafólk um filmin og sýna hann, har tað ber til.

 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=CLeqg6HoXdI]