
VIDEO: 160 ÁRA GOMLU VINDEYGUNI SUM FYRSTA DAGIN
Undir tjúkkum løgum av máling eru upprunaligu vindeyguni í Bíggjar kirkju frá 1865 sum fyrsta dagin.
Jógvavn Nordendal, snikkari úr Bø, stendur fyri umvælingini av 160 ára gomlu vindeygunum, sum í næstum verða sett í aftur kirkjuna í uppruna standi.
Bygningadeildin hjá Tjóðsavninum hevur eftirlit við gomlu kirkjunum í Føroyum og veitir ráðgeving og vegleiðing í sambandi við umvælingina av Bíggjar kirkju.
Linkur: VIDEO: 160 ára gomlu vindeyguni sum fyrsta dagin — Tjóðsavnið (tjodsavnid.fo)
[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=xwbzFCVbCoQ]
Sune Strøm, savnshandverkari, greiðir frá umvælingini av upprunaligu vindeygunum í Bíggjar kirkju frá 1865