Viðareiðis kommuna við í barna-verndarsamstarvið í Norðoyggjum
Stutt undan jólum gjørdist Hvannasunds kommuna partur av samstarvinum um barnaverndartænastuna í Norðoyggjum, og 5. januar 2012 skrivaði eisini Viðareiðis kommuna undir sáttmálan, sum við hesum fevnir um so at siga allar Norðoyggjar.
Tá ið løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd varð samtykt av Føroya Løgtingi og sett í gildi av landsstýrinum, gjørdu Fugloyar, Svínoyar, Klaksvíkar og Kunoyar kommunur eina sínamillum samstarvsavtalu um barnaverndarøkið í Norðoyggjum. Samstundis valdu Viðareiðis, Hvannasunds og Húsar kommunur at fara í barnaverndarsamstarv saman við Sunda kommunu, sum fevnir um norðara partin av Eysturoy og Streymoy.
Síðani hevur javnan verið tosað um at savna kommunurnar í Norðoyggjum í eitt og sama barnaverndarsamstarv, og nú um ársskiftið hava bæði Hvannasunds og Viðareiðis kommunur skrivað undir samstarvssáttmálan við Klaksvíkar, Kunoyar, og Fugloyar kommunur, soleiðis at hesar kommunur nú eru saman í barnaverndarsamstarvinum fyri Norðoyggjar.
Fyrimunir av at vera í sama øki
Hans J. Kallsberg, borgarstjóri í Viðareiðis kommunu, sigur, at tey eru væl nøgd við tænastuna frá barnaverndartænastuni í Sunda kommunu, men kommunan hevur valt fara upp í samstarvið í Norðoyggjum, tí tað hevur fyrimunir við sær fyri tey, sum hava tørv á tænastuni.
- Kommunan fekk upplýst frá fólki í skipanini, at tað er ein fyrimunur at kommunurnar her í økinum eru saman í barnaverndartænastuni, og hetta er orsøkin til avgerðina.
- Vit fáa eisini royndir og vitan við okkum frá nevndararbeiðnum í sundalagnum, tí nevndarlimur okkara, sum hevur verið forkvinna í tí nevndini, fer at halda fram sum limur í barnaverndarnevndini fyri Norðoyggjar, upplýsir Hans J. Kallsberg, borgarstjóri.
Einmælt samtykt
Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu upplýsir, at kommunan seinastu tíðina hevur havt fundir við umboð fyri Klaksvíkar kommunu og við Barnaverndartænastuna í Norðoyggjum, sum hevur greitt frá, hvussu arbeiðið hjá tænastuni er skipað. - Eftir hesar upplýsandi fundir varð avgerð tikin av kommunustýrinum at fara upp í Barnaverndarsamstarvið í Norðoyggjum.
- Kommunustýrið hevur á tveimum fundum einmælt samtykt hesa broytingina, upplýsir Katrin Næs, sum heldur, at tað er nátúrligt fyri Hvannasunds kommunu at vera saman við hinum kommunum í Norðoyggjum um eina so grundleggjandi tænastu.
- Orsøkin til hesa broytingina er ikki, at vit eru ónøgd við samstarvið við Sunda Kommunu og tænastuna, sum vit hava fingið frá barnaverndartænastuni har, men hinvegin eru sjálvandi fyrimunir við at samstarva við kommunurnar í økinum, har ein sjálvur er, heldur borgarstjórin í Hvannasunds kommunu.
Gott samstarv á fleiri økjum
Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, fegnast um, at Hvannasunds og Viðareiðis kommunur eru blivnar partur av barnaverndarsamstarvinum fyri Norðoyggjar. - Hvannasunds og Viðareiðis kommunur eru tvær lutfalsliga stórar kommunur í Norðoyggjum, ið samanlagt telja umleið 800 íbúgvar, og tí hevur tað eisini stóran týdning fyri Norðoyggjar, at tær koma upp í hetta samstarvið.
- Vit hava frammanundan gott samstarv okkara millum á fleiri økjum, so sum innan fólkaskúla, barnatannrøkt, sløkkilið og onnur øki við, og tí fegnist eg um, at vit nú eisini í felag kunnu menna tænastuna á barnaverndarøkinum her í Norðoyggjum, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.
Týdning fyri menningina
Leiðari fyri Barnaverndartænastuna í Norðoyggjum er Tonja Ziskason, sosialráðgevi, og umframt hana starvast ein sosialráðgevi, ein málsviðgeri og ein sálarfrøðingur fast hjá tænastuni, sum er partur av Sosialu Deild hjá Klaksvíkar kommunu.
Tonja metir tað eisini sum eitt stig rætta vegin, at kommunurnar í Norðoyggjum eru saman í barnaverndarsamstarvinum fyri økið.
- Við hesum verður tænastuøkið hjá Barnaverndartænastuni í Norðoyggjum víðkað, og harvið økist eisini grundarlagið fyri at skipa eitt enn betri fakligt umhvørvi til hesa umsitingina.
- Ein annar fyrimunur við hesum er, at tað verður einfaldari at skipa barnaverndarsamstarvið við skúlar, heilsufrøðingar og aðrar sosialar myndugleikar, nú vit samstarva í sama øki, og harvið styrknar tað tvørfakliga samstarvið, heldur Tonja Ziskason.
Skal góðkennast av landsstýriskvinnuni
Í løgtingslógini um barnavernd er ásett, at hvør kommuna rindar í mun til íbúgvatalið 1. januar árið frammanundan fyri útreiðslurnar hjá samstarvinum, ið fevna um rakstrarútreiðslur, samsýningar til nevndarlimir og fígging av tiltøkum, sum verða sett í verk av Barnaverndartænastuni.
Kommunustýrini í luttakandi kommununum hava yvirskipaðu ábyrgdina av samstarvinum og skulu tí góðkenna fíggjarætlanir fyri samstarvið, áðrenn tær kunnu fáa gildi.
Sambært barnaverndarlógini, skal landsstýrismaðurin í almannamálum góðkenna samstarvið, eins og hann skal góðkenna avtøku og uppsagnir.
Sostatt skal samstarvssáttmálin fyri Barnaverndarsamstarvið í Norðoyggjum sendast Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, til góðkenningar, áðrenn hann fær formligt gildi.
Kelda. www.klaksvik.fo