Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

VIÐ SILASI Í FORSKÚLA

Skúlin á Argjahamri hevur í samstarvi við unga filmskaparan, Rúna Eliassen, gjørt ein film um, hvussu ein dagur gongur á forskúlanum á Argjahamri. 

Filmstólið fylgir seks ára gamla Silasi, ið gongur í forskúla. Silas gleðir seg at sleppa í skúla, og vit sleppa at uppliva hví. Ein gerandisdag hendur alt møguligt. Hesum greiðir Silas livandi frá.

Enn eru pláss eftir í forskúlanum til komandi skúlaár, og kunnandi fundur verður mánadagin 13. apríl kl. 19.00. Til ber longu nú at kunna seg um, hvussu ein dagur í forskúlanum er. Filmurin um Silas og ein gerandisdag í forskúlanum sæst her. 
[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=uEHYVx5QWqM]