Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Við løn fylgir loyalitetsskylda

Sonevnda eftirlønin hjá Óla Jacobsen var ikki ein uppspard eftirløn, men ein vanlig løn, goldin um A-skattaskipanina, og tískil hevur hann eisini loyalitetsskyldu mótvegis lønveitaranum, Fiskimannafelagnum. Tað er høvuðsgrundgevingin hjá felagnum fyri at hava steðgað útgjaldingina til fyrrverandi formannin, og høvuðssuppáhaldið hjá felagnum í rættarmálinum, har Óli Jacoben hevur kravt, at felagið heldur seg til eina nevndaravgerð frá 2004 um at rinda honum eina hálva arbeiðsmannaløn um mánaðin, tá hann rakk pensjónsaldur.

Eftir: Føroya Fiskimannafelag

Føroya Rættur móti Amtmansgarðinum

Rættarviðgerðin er av í Føroya Rætti, og bíðað verður nú eftir dóminum. Hann verður sagdur 5. januar.

FRÁGREIÐING: Málið, har Óli Jacobsen, fyrrverandi formaður í Føroya Fiskimannafelag, hevur stevnt felagnum eftir eftirlønini, sum hann heldur seg hava rætt til, var liðugt viðgjørt í Føroya Rætti fríggjadagin 21. november. Bíðað verður nú eftir dóminum, sum verður sagdur 5. januar.

Avgerandi spurningurin, sum dómarin skal svara og síðani byggja sína niðurstøðu á, er, hvørt talan tekniskt sæð yvirhøvur er um eftirløn, ella talan í veruleikanum er um eina vanliga løn/samsýning. Tí er talan um tað seinna – og tað sigur Fiskimannafelagið og tess advokatur Páll Nielsen, at tað er – er ongin ivi um, at Óli Jacobsen eisini hevur skyldu at vera loyalur mótvegis felagnum.

Óli Jacobsen hevur eisini sjálvur allatíðina sagt, at hann vildi hava eftirlønina ístaðin fyri ta lønarhækkan, hann annars helt seg hava rætt til tey seinastu tvey-trý árini av síni formanstíð. Altso hevur hann sjálvur sæð ”eftirlønina” sum eina lønarkompensasjón.

Viðgjørdi egna løn

Tað var á nevndarfundi í Fiskimannafelagnum 21. oktober 2004, at tað var samtykt, at Óli Jacobsen skuldi fáa eina eftirløn svarandi til eina hálva arbeiðsmannaløn, tá hann fylti 67.

Óli Jacobsen kom sjálvur við uppskotinum um, at hann skuldi hava lívlanga eftirløn. Hetta vildi hann heldur hava enn fulla lønarhækking, segði hann á nevndafundinum, sum hann sjálvur stýrdi frá byrjan til enda. Hann tók lut í allari viðgerðini og støðutakanini til sína egnu eftirløn, og tað var eisini hann, sum skrivaði fundarfrásøgnina í fundarbókina.

At Óli Jacobsen var ógegnigur at taka lut í nevndarviðgerðini er eyðsýnt, men tað er ivasamt, um nevndin yvirhøvur hevði heimild at viðgera eitt slíkt mál, sum fíggjarliga bant felagið langt út í framtíðina, uttan at peningur var settur av framíhjá til endamálið. Tað vanliga er, at landsfundur/aðalfundur viðgera og taka avgerðir í slíkum málum.

Málið um eftirlønina hevði fyrr verið umrøtt í Fiskimannafelagnum, men ongantíð formliga viðgjørt á nevndarfundi. Tað var serliga ein nevndarlimur, sum ikki vildi hoyra taling um, at Óli Jacobsen skuldi hava eftirløn, fyrr enn hann og felagið fyrst høvdu skaffað sínum egnu limum eftirløn.

Hesin nevndarlimurin var tann einasti, ið var burtur og tískil ikki kundi vera við fundinum 21. oktober 2004, tá eftirlønin knappliga varð sett á dagsskrá og samtykt. Óli Jacobsen segði á nevndarfundinum, at vanliga lønin hjá honum bert skuldi hækka upp í 32.000 krónur um mánaðin, hóast hann helt seg hava rætt til 34.000 krónur um mánaðin. ”Eftirlønin” skuldi so kompensera fyri muninum.

Eftirlønin er løn

At samsýningin tá og síðani hevur verið nevnd eftirløn, merkir sambært Pálli Nielsen, advokati, als ikki, at talan løgliga er um eina eftirløn. Eftirløn er nevniliga eitt lønartekniskt hugtak, sum er væl definerað í lógar- og regluverkinum – tað er ein uppspard løn, sum serligar reglur eru fyri bæði viðvíkjandi útgjaldi og skatting.

Men henda ”eftirlønin” hjá Óla Jacobsen er fult og heilt goldin av Føroya Fiskimannafelag sum ein vanlig A-skattað løn. Hann hevur ikki sjálvur spart hana upp, sum allir aðrir vanligir løntakarar mugu. Tí er talan tekniskt sæð heldur ikki um eftirløn, men um eina vanliga løn/samsýning.

Undir rættarviðgerðini í málinum, sum nú er tikið upp til dóms, segði Óli Jacobsen, at hann við at halda aftur í lønarhækkingini helt seg hava goldið ein part inn til sína egnu eftirløn. Tað er tó lætt at rokna út, at um hesin lønarmunurin – munurin millum 32.000 krónur og 34.000 krónur = 2000 krónur – varð goldin inn á eina eftirlønaruppsparing í staðin, so hevði samlaða uppsparingin í mesta lagi verið 54.000 krónur, tí hann var bara í starvið í tvey ár og stívliga tríggjar mánaðir, eftir nevndarfundin í oktober 2004.

Men nevndin hevur ongantíð viðgjørt og enn minni tikið støðu til, um Óli Jacobsen í oktober 2004 í veruleikanum hevði rætt til eina mánaðarløn á 34.000 í staðin fyri tær 32.000 krónurnar, hann fekk. Tí er tað bara eitt uppáhald, at hann skal hava frásagt sær 2000 krónur um mánaðin. Ongir pengar eru heldur goldnir inn til nakra eftirlønarskipan hjá honum.

Nevndarlimir angra

”Eftirlønin” varð goldin út sum A-løn frá 21. august 2010, tá Óli Jacobsen fylti 67, og til Fiskimannafelagið 30. apríl 2013 boðaði honum frá, at tað steðgaði eftirlønargjøldunum vegna brot á loyalitetsskylduna.

Tveir av nevndarlimunum, sum í 2004 vóru við til at samtykkja eftirlønina hjá Óla Jacobsen, hava báðir gjørt rættinum greitt, at teir undir ongum umstøðum høvdu tikið undir við uppskotinum tá, um teir høvdu grunað, at Óli Jacobsen seinni fór at arbeiða ímóti felagnum.

Loyalitetsbrot

Loyalitetsskylda mótvegis arbeiðsgevara/lønveitara er knæsett rættarpraksis, og nógv fordømi eru um persónar, sum eru vístir burtur frá sínum arbeiðsplássi ella hava mist sína uppsagnarløn fyri nógv minni loyalitetsbrot enn tey, sum Óli Jacobsen próvfast hevur framt móti Fiskimannafelagnum, síðani hann 1. februar 2007 fór frá sum formaður.

Loyalitetsbrotini vóru so nógv og so grov, longu áðrenn Óli Jacobsen rakk pensjónsaldri, at Fiskimannafelagið heldur, at tað longu frá byrjan kundi havt steðga eftirlønarútgjøldunum. Avgjørt var tó at vísa tolsemi, tí herferð hansara var merkt av miklum beiskleika. Hildið var, at fallið til formansvalið í 2007 hevði tikið so fast hjá Óla Jacobsen, at hann í sinnismuni leyp framav.

Vónin var, at álopini og bakbitini fóru at linka og fækkast. Men tað gjørdu tey ikki, og bikarið fleyt yvir, tá hann í einum gerðarrættarmáli í fjør hjálpti Reiðarafelagnum langt út um tað, sum kann væntast av einum vitni. Tá gjørdi nevndin av at steðga útgjøldunum av ”eftirlønini”.

Fiskimannafelagið og tess advokatur metir loyalitetsbrotini hjá Óla Jacobsen vera so grov, at tey eisini hvørt sær greitt høvdu kunnað verið grundarlag fyri burturvísing og mistum lønarrættindum, um talan var um eitt fólk í starvi, ella eitt fólk, ið framdi brotini í síni uppsagnartíð – sama um persónurin frammanundan var fríttstillaður av arbeiðsgevaranum ella ikki.

Og eftirlønin hjá Óla Jacobsen er at meta sum ein lívlang uppsagnarløn ella ein heiðursløn fyri langa og trúgva tænastu. Í báðum førum fylgir loyalitetsskylda við.

Lesarabrøv

Loyalitetsbrotini byrjaðu longu stutt eftir, at Jan Højgaard hevði tikið við sum formaður í Fiskimannafelagnum í 2007. Tá fór Óli Jacobsen undir at skriva lesarabrøv í bløðunum ímóti nýggja formanninum.

Lesarabrøvini vóru merkt av niðrandi orðingum um Jan Højgaard, sum til dømis, ”tvær tungur í einum heysi” og ”…veit framvegis ikki, hvat hann tosar um”, og skuldsetingum, sum Óli Jacobsen í rættinum ikki hevur kunnað prógvað ella viljað viðmerkt – annað enn at hann hann og Jan Højgaard ikki høvdu somu áskoðan á, hvussu Fiskimannafelagið skuldi rekast, og at hann stendur við alt, sum hann hevur skrivað.

Í einum øðrum lesarabrævi skuldsetti Óli Jacobsen núverandi formannin í Fiskimannafelagnum fyri at hava forða nevndarlimum í Fiskimannafelagnum í at verða við í viðgerðini av málinum um at skifta til Alka Forsikring.

Jan Højggard ”syrgdi snildsilsiga fyri at leggja avgerandi nevdnarfundin, soleiðis at tan parturin av nevndini, sum kundi vera ivasamur ikki hevði møguleika at møta”, skrivaði Óli Jacobsen millum annað, men hetta hevur hann ikki kunnað prógvað.

Og undir rættarviðgerðini av málinum, sum nú bíðar eftir dómi, vildi Óli Jacobsen ikki svara uppá spurningin, um hann helt, at nakar munur var á fundinum um Alka Forsikring og nevndarfundinum, har samtyktin um eftirlønina hjá honum sjálvum var viðgjørd, og har hann hevði kallað inn til fundin, hóast ein ivingarsamur nevndarlimur ikki var heima.

Meðan tað ikki hevur trotið við lesarabrøvum ímóti Fiskimannafelagnum og tess núverandi formanni, so hevur Óli Jacobsen ikki skrivað eitt einasta lesarabræv, ið gongur ímóti reiðarunum, síðani hann fór frá sum formaður í Føroya Fiskimannafelag. Tað hevur hann sjálvur váttað undir rættarviðgerðini í málinum, sum nú bíðar eftir dómi.

Hjálpti reiðara

Í 2009 vitnaði Óli Jacobsen í einum máli millum Fiskimannafelagið og reiðaríið hjá rækjuskipinum Arctic Viking. Málið snúið seg um, at skipið hevði litaviskar menn umborð, sum fingu minni hýru enn føroyingarnir, men føroyingarnir fingu ikki lut í spardu hýruni. Hýruprosentið í mun til nettosøluna fór tískil niður um tað, sum var ásett í sáttmálanum fyri føroysku manningina.

Her ger Fiskimannafelagið galdandi, at Óli Jacobsen ikki bara vitnaði fyri reiðaran – tað hevur hann sín fulla rætt til – men at hann eisini hjálpti reiðaranum at fyrireika málið. Reiðarin sjálvur hevur eisini fyri rættinum váttað, at hann, áðrenn Arctic Viking-málið kom fyri í rættinum á sinni, hevði havt fund við Óla Jacobsen. Óli Jacobsen hevði eisini teldusamskifti við skrivstovufólk í Fiskimannafelagnum í sambandi við málið, men kunnaði ongantíð nevndina í felagnum um, at hann hevði eina aðra tulking enn hon av sáttmálanum.

Vitnisfrásøgnin hjá Óla Jacobsen vigaði heilt nógv í dómsniðurstøðuni í Atctic Viking-málinum, sum Fiskimannafelagið – og føroyska manningin á skipinum – tískil tapti.

Men Óli Jacobsen fór eitt stig longur enn at hjálpa reiðaranum í málinum. Eftir at dómur var sagdur, skuldsetti hann í grein í Sosialinum núverandi formannin í Fiskimannafelagnum fyri at royna at skaða umdømið hjá ávísum reiðarum.

Óli Jacobsen varð millum annað soleiðis endurgivin í greinini:

”Rættarmálið visir eisini arbeiðsháttin hjá verandi formanni Jan Højgaard. Líkt er til, at Jan sær tað sum sína uppgávu at royna at skaða umdømið hjá arbeiðsplássunum hjá hansara limum”.

Loyniligt samskifti

Eitt annað groft dømi um loyalitetsbrot, sum advokaturin hjá Fiskimannafelagnum, hevur borið fram í rættinum, er teldusamskiftið, sum Óli Jacobsen aftanfyri ryggin á nevndini hevur havt við skrivstovuna hjá felagnum, eftir at hann var farin frá sum formaður.

Fleiri teldupostar eru lagdir fram í rættinum, sum vísa, at hann fekk skrivstovuna at útvega sær tilfar at bera sær heim ella yvir á Sosialin, har hann hevur sína dagligu gongd – eisini tilfar, sum hann síðani brúkti í sínari herferð móti nevnd og serliga formanni felagsins.

Í onkrum svarum biður tað skrivstovufólkið, sum Óli Jacobsen fyri tað mesta samskifti við, hann sjálvan bara koma á skrivstovuna at leita, tí Jan Højgaard, formaður felagsins, annaðhvørt var sjúkur ella burturstaddur.

Í einum øðrum føri bað Óli Jacobsen skrivstovufólkið um at senda sær eitt skjal, sum Fiskimannafelagið sama dag hevði fingið frá advokati felagsins, Pálli Nielsen. Í rættinum hevur Óli Jacobsen sagt, at hann onki skeivt sær í at hava havt slíkt teldusamskifti við starvsfólkið í Fiskimannafelagnum.

Kortini hevur hann frammanundan havt áhuga í ikki at siga allan sannleikan um júst hetta samskifti, tí 1. desember 2011 sendi hann feløgunum í Samtaki bræv, har hann lýsir sítt samskifti skrivstovuna hjá Fiskimannafelagnum soleiðis:

”Okkara samband var í høvuðsheitum, at starvsmaðurin plagdi at ringja til mín um praktisk viðurskifti á skrivstovuni, sum eg visti um, og sum hann altíð fekk svar uppá. Tað kom nærum ikki fyri, at eg ringdi hann upp. Eg vildi nevniliga ikki, at hann skuldi koma í eina støðu, sum kundi geva honum trupulleikar á arbeiðsplássinum”.

Hetta uppáhald er beinleiðis í andsøgn við tað, sum nú er prógvað í rættinum um samskiftið hjá Óla Jacobsen við skrivstovuna hjá Fiskimannafelagnum, eftir at hann mátti frá sum formaður tíðliga í 2007.

Skrivaði fyri journalist

Nakað eftir, at Óli Jacobsen var feldur sum formaður í Fiskimannafelagnum í 2007, var ein samrøða við hann í Sosialinum.

Í samrøðuni vóru fleiri niðrandi viðmerkingar um nýggja formannin, men skjalprógv eru fyri, at tað var Óli Jacobsen sjálvur, ið hevði skrivað tekstin fyri journalistin, sum bara gleiðbeintur legði navn til.

Teldusamskifti vísir nevniliga, at Óli Jacobsen sendi ”samrøðuna” til rættlestur hjá skrivstovumanni í Fiskimannafelagnum. Skrivstovumaðurin svaraði, at skjalið var rættlisið, at han ikki hevði nakrar viðmerkingar til innihaldið, men at onkur helst fór at taka skrivið illa upp. ** Undantikið onkrar smávegis málsligar tillagingar var hesin teksturin meinlíkur tí, sum undir yvirskriftini ”Fiskimannafelagsvalið var eitt stórt vónbrot fyri meg” endaði í Sosialinum 23. februar 2007, men sum har stóð at vera skrivaður av einum navngivnum journalisti.

Carlton

Eitt annað mál, har Óli Jacobsen sambært Fiskimannafelagnum hevur verið illoyalur út um øll mørk, er Carlton-málið.

Carlton var eitt ídnaðarskip, sum ikki helt sáttmálan. Reiðarin rindaði ikki sáttmálaásettu hýruna, og tí setti Fiskimannafelagið mynstringarbann ímóti skipinum.

Tað er, at felagið noktaði limum sínum at mynstra við skipinum.

Meðan málið leikaði á, skrivaði Óli tvey ágangandi innlegg í miðlunum, har hann harðliga átalaði framferðina hjá Fiskimannafelagnum, og skuldsetti millum annað Jan Højgaard fyri at brúka slíkt orðalag, sum við orðum Óla Jacobsens ”eingin rættsiktaður persónur nýtir.”

Spurdur í rættinum nú um, hvussu Óli Jacobsen so vil kalla sítt egna orðalag, vildi hann ikki svara. Endin á Carlton-málinum var annars, at har var ein semja gjørd, ið er at meta sum ein greiður sigur hjá Fiskimannafelagnum. Semjan gav manningini á skipinum 800.000 krónur, men Óli Jacobsen skrivaði ikki eitt orð um tað.

Bikarið fleyt yvir

 Tað var í gerðarrættarmálinum í fjør um uppboðssølugjaldið, at bikarið hjá Fiskimannafelagnum fleyt yvir, og tað steðgaði útgjøldunum av ”eftirlønini” hjá Óla Jacobsen.

Málið snúið seg um, hvørt sáttmálin millum Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið loyvir reiðarunum at trekkja keypsprísin fyri kvotur, keyptar á uppboðssølu, frá í felagsútreiðslunum, tá avroknað verður – tað er, at manningin skal rinda sín part, svarandi til býtisprosentið, tá eitt reiðarí keypir kvotu á uppboðssølu.

Í hesum málinum var Óli Jacobsen á fundi við umboð fyri reiðararnar og sendi advokati teirra tilfar, áðrenn hann sjálvur sat sum vitni í Fasta Gerðarrætti.

Og tá hann sum vitni hevði svarað spurningunum í gerðarrættinum, kom hann óbiðin við útrokningum, sum hann av sínum eintingum hevði gjørt, og sum í stóran mun herdu argumentasjónina hjá reiðarunum.

Vitnisframløgan hjá Óla Jacobsen vigaði sera nógv í niðurstøðuni hjá gerðarrættardómarunum, og var eyðsýnt avgerandi fyri, at reiðararnir fingu viðhald. Dómurin er ein sera dyggur smeitur fyri fiskimenninar, tí hann merkir, at tað nú er endaliga staðfest, at manningarnar á øllum føroyskum skipum skulu vera við til at gjalda fyri kvotur, sum eru keyptar á uppboðssølu.

Ósakligt dømi

Útrokningin, sum Óli Jacobsen kom við í uppboðssølumálinum, var hypotetisk og eisini ósaklig, tí hon snúið seg um makrelfiskiskap hjá línuskipum.

Tað eru skipini undir sáttmálanum fyri tey stóru uppsjóvarskipini við eginkvotum, sum fiska nógv tann størsta partin av makrelinum. Her er býtisprosentið 17,5.

Ídnaðarskip fiska ein part, og hava býtisprosentið 26, meðan partrolararnir við býtisprosentinum 26,5 fiska ein part.

Línuskip, sum Óli Jacobsen brúkar í sínum dømi, hava nógv tað hægsta býtisprosentið til manningina, 43 prosent, men tað ber als ikki til at reka vinnuligan makrelfiskiskap við línu – teir størstu makrelarnir viga kanska 800 gramm og eru sjáldsamir, men ein góð miðalvekt er 400 gramm, so tað sigur seg sjálvt, at tað ber ikki til at fiska tær stóru nøgdirnar við línu, um so makrelur er á hvørjum húki.

Úrslitið av útrokningini hjá Óla Jacobsen var, at útreiðslurnar hjá reiðarunum av makrelfiskiskapinum blivu størri enn inntøkurnar – í prosentum fekk hann útreiðslurnar at verða 100,3 prosent.

Men umframt tað, at hann tók dømið úr veiðibólkinum við nógv tí hægsta býtisprosentinum, og sum undir ongum umstøðum er førur fyri at reka vinnuliga makrelveiðu, so hevði hann als ongar felagsútreiðslur við í útrokningini. Tað merkti, at manningin í hansara roknistykki heldur ikki tók lut í teimum útreiðslum, sum sáttmálin annars greitt ásetir, at hon skal taka lut í, millum annað útreiðslur til olju, agn, reiðskap og proviant. Høvdu hesar útreiðslur verið tiknar við sum felagsútreiðslur, áðrenn Óli Jacobsen setti seg at rokna, hevði útreiðsluprosentið verið væl lægri, enn tað, hann fekk tað til – og tá er framvegis galdandi, at roknistykkið ikki bara er hypotetiskt, men eisini utopiskt, tí tað ber sum nevnt als ikki til hjá línuskipum at reka vinnuligan makrelfiskiskap.

Høvuðsgrundgevingar:

Í rættarmálinum hevur Føroya Fiskimannafelag samanumtikið hesar grundgevingar fyri, at felagið hevur rætt at taka aftur tilsøgnina um lívlanga løn til Óla Jacobsen: - At Óli Jacobsen sum ógegnigur ikki hevur rætt at luttaka í nevndarviðgerð um sína egnu løn og eftirløn.

- At Óli Jacobsen groft hevur mótarbeitt Fiskimannafelagnum.

- At hetta við at mótarbeiða Fiskimannafelagnum millum annað hevur víst seg við, at Óli Jacobsen hevur verið við at fyrireika málið um Artic Viking saman við reiðaranum.

- At Óli Jacobsen miðvíst við skriving sínari hevur roynt at skaða FF.

- At Óli Jacobsen er farin aftan ryggin á nevndin og hevur brúkt skrivstovumenn hjá FF til egnan fyrimun.

- At Óli Jacobsen hevur biðið skrivstovumann hjá Fiskimannafelagnum hjálpa sær við skrivi við álopum á Jan Højgaard.

- At Óli Jacobsen hevur biðið skrivstovumann hjá Fiskimannafelagnum senda sær innanhýsis skjal á Fiskimannafelagnum.

- At Óli Jacobsen hevur verið við at fyrireika gerðarættarmálið um makrelkvotunar saman við reiðarafelagnum.

- At Óli Jacobsen áðrenn nevnda gerðarættarmál varð viðgjørt hevði gjørt útrokningar, sum vóru ætlaðar at royna at fáa gerðarættin at geva reiðarafelagnum viðhald.

- At Óli Jacobsen í gerðarættinum, uttan at verða biðin um tað, segði, at hann hevði roknað út, at um Fiskimannafelagið fekk viðhald, so fór tað at kosta reiðarunum 100,3 %.

- At tað vísir seg, at útrokiningarnar hjá Óla Jacobsen tilvitað byggja á skeiv tøl.