Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Við Kaj á ovastu rókum

Setur tú kós vesturyvir, frá tunnilsmunnanum Trongisvágsmegin, ert tú 10 min. seinni hjá kikara, sum gevur tær eitt ógloymandi útsýni vestur í hav og norður í røkur Hvalbinga. Í suðri hómar tú hús í Fámjin, og tú sært niður í Trongisvágsbotn, eina náttúrperlu, sum alt ov fá vita um.

Gongur tú so framvið røðini, frá kikaranum og oman móti Botni, sært tú m.a., um tú kagar útav, økið, ið verður kallað ” undir soyði ”. Hesar røkur, ið tykast hanga har av berum vana, eru eitt eldorado fyri teir servandu seyðir, ið hava valt staðið sum teirra búpláss. Kvikir og fimir klatra teir runt og halda avstað eftir smølu rásunum, inn á loynistíggir ella út í frælsi, so skjótt teir kenna á sær, at maður nærkast.

Á fjalli í Suðri

Miðan oktobur róku vit í Botni. Eg varð biðin fara ” undir soyði ”, kanska var eydnan við mær, so eg fekk fong upp við. Eg gleddist yvir hetta óvæntaða høvið at sleppa vesturum, í økir, sum mær hevur untst at kenna nærum síðani eg dugdi at ganga.

Og væl gekst, bæði undir soyði og á rókini undir soyði, har 7 seyðir, herav 3 veðurlomb, royndu at skáka sær undan. Men upp komu tey, tó treyðugt, væl stýrd av teimum báðum, ið vardu uppi á.

Seinni um dagin noyddist eg norðurum við Smyrli, valstríðið var í hæddini, til Havnar at fundast.

Til samgongusamráðingar í Havn

Knappan mánaða seinni stríddust vit aftur, tíverri ikki á rókunum ” undir soyði ”, men á Gamla Apoteki í Havn, hesaferð m.a. um viðurskiftini á lívsins fíggjarligu rókum. Vit vóru fýra, við hópum av sekundantum uttanfyri, tilreiðar at hjálpa. Ikki var bratt, heldur slætt og flatt, ov flatt tókti mær.

Sum so mangan áður varð vitjað á niðastu rókum, hugurin at fara inn á ovastu røkurnar, har annnars nógv bestu miðini eru, var eingin, tíðuligt var, at dirvið enn einaferð bilaði. Men tøkk fái Kaj, sum, tá á stóð, vísti dirvi og kom við. Eg vildi ynskt at túrurin harinni varð longri, so fongurin gjørdist størri enn tey ávíkavist 5 og 10 procentini, sum flati gjørdist sosialari, men hetta var ein góð byrjan. Næsta royndin miseydnaðist tíverri, um reppið, at vit endaðu útav eggini, men tað er nú ein partur av tí at tora at vága.

Eg vænti fleiri túrar inn á røkur

Hesir vóru fyrstu og higartil einastu túrar okra, men eg vænti fleiri framyvir, saman við Kaj og øðrum, ið tora! Hjá mær og mínum skal ikki standa á. Væl kunnu teir verða okkum fyriuttan, velja lættastu loysnina og halda á at grulva á niðastu rókum. Men eg havi varhugan av, at Kaj hevur dirvi og fer at koma við aftur, hagar eingin annar higartil hevur bjóðað honum! Um tað enn kann ørða fyri tær og tykjast ræðandi, so kenst tað væl, tá tú veit, at tú gert tað rætta.

Um endaliga úrslitið er annars ov tíðliga at siga frá. Best man verða, nú ferðin so dánt er byrjað, at taka til sín ráðini úr kendari bók: ” dømið tí einki fyri tíðina ”. Eg vænti, at tíðin enn einaferð fer at prógva, at eins neyðugt tað er at verja niðastu røkurnar, eins neyðugt er at tora inn á tær ovastu fyri at finna og brúka til felags gagn tað ríkidømið, hesar rúma.

Samanumtikið, so er støðan m.a., at:

• Miðflokkurin, í stutta samgonguskeiðinum higartil, hevur bøtt um lítið hugaliga flatskattin við at minka um lættan hjá hægstu inntøkunum- og við at verða við til at hækka botnfrádráttin.

• Mótsatt tí, ið m.a. javnaðarmenn ( sum óttast fyri at hava mist einarættin til samstarv við fólkaflokkin ) siga, so er eingin eykaskattur álagdur lægri inntøkum.

• Miðflokkurin fer enn sum áður at rætta teimum hond, sum vilja verða við til at verja tey, sum verju tørva og hjálp treingja, uttan mun til hvørjum rókum hesi búleikast á.

• Varð Miðflokkurin rýmdur úr samgonguni, so helt hendan tó fram við sínum seytjan tinglimum

Jenis av Rana

Formaður Miðfloksins