Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Við borgarstjóranum á Herberginum

Í góðveðrinum í gjár vitjaðu borgarstjórin og kommunustjórin Herbergið á Dalavegi 1. Orsøkin til hesa vitjan er, at kommunan hevur tikið stig til at kanna møguleikarnar fyri at fáa eitt fast uttandura tilhaldsstað hjá heimleysum. Í hesum sambandi vildi borgarstjórin fegin hoyra, hvat starvsfólkið, brúkararnir og tey vitjandi siga um hetta hugskot, soleiðis at man í felag kann finna bestu loysnina.

Herbergið í Tórshavn er ein partur av sosiala arbeiðinum hjá Frelsunarherinum í Føroyum. Byrjað varð við einum búfelagsskapi við plássi fyri 7 búfólkum. Tilboðið varð seinni økt við einum náttartilboði. Í 2010 keypti Frelsunarherurin bygningin hjá Kagganum, og alt virksemið varð síðan flutt niðan í hesi nýumvældu húsini á Dalavegi 1.

Á tilsamans 500 fermetrum eru ikki færri enn 13 kømur, ið tilsamans eru karmurin um eitt ljóst og snøgt herberg fyri heimleys, sum Frelsunarherurin rekur.

Herbergið hevur døgnvakt, sum er samansett av einum toymi við dagligum leiðara, umsorganarstarvsfólki, kokki/húsmóðir og náttarvakt.

"Tað er gleðiligt at síggja tað megnar arbeiðið, sum starvsfólk á Herberginum gera”, sigur ein nøgdur borgarstjóri aftaná vitjanina í dag. Arbeiðið við fasta uttandura tilhaldsstaðnum heldur fram til besta loysn er funnin, sum allir partar kunnu verða nøgdir við .