Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Við at verja Jørgen er Kaj Leo endaður á eini hálkubreyt

At Kaj Leo heldur hondina yvir Jørgin sum landsstýrismanni og enntá vísir til:

1. at Jørgin er valdur á ting fleiri ferðir

2. at polikkur einki hevur við løgfrøði at gera. Ja, vit vita, at Jørgin er valdur fleiri ferðir, men av hvørjum?

Sjálvandi av fólkafloksveljarum, sum gjøgnum mong ár hava víst, at tey als ikki taka sær tykni av, um tey velja kriminellar kandidatar ella ei, og av somu orsøk hava fleiri kriminellir kandidatar verið valdir á ting fyri fólkaflokkin. Jørgin er tann síðsti í rekkini, men verður neyvan tann síðsti.

Kaj Leo og aðrir løgmenn hava skyldu til at halda hesar frá landsstýrismannasessunum.

At fólkafloksmenn eru kaldir og kyniskir sóu vit eftir síðsta val, tá vælútbúgvin og vælformulerað kvinna við óplettaðari fortíð og við okkurt um 1200 atkvøðum fekk fótin ella føturnar á fólkafloksformansvalinum, so hin kriminelli við áleið 300 atkvøðum kundi sleppa framat. Týðiligari kunnu headmenninir ikki vísa, hvat teir vilja.

Men tað er sum áðurnevnt onki nýtt. Tað byrjaði longu í 50´unum og sær út til ongan enda at fáa, tí nøkur kriminel høgraradikal hava stuðul og frammíhjárætt i fíggjarliga gerandisdegnumog á valdegnum.

Eg meg og mítt og mínir floksfelagar er alt .

Til Helvitis við hinum. Tey liggja samfelagnum til byrðu og tíma einki at gera. Tey bara nassa upp á samfelagið og bla. bla. Bla.......................vanlig høgraradikal propaganda.

At Kaj Leo heldur hondina yvir tílíkum asocialum og karráðum í høvuðsheitum høgraradikalum fólkafloksmonnum er ikki einans ófatiligt, men fullkomuliga ófatiligt. Men er tað eisini tí mær vitandi hevur sambandsflokkurin ongantíð áður stuðlað kriminellum í landsstýrismannasessi.

Kaj Leo hevur neyðuga myndugleika (enn) og nýtist bert at knipsa við fingrunum og siga: So er tað út Jørgin. Álitið er fokið. Tit mugu velja ein annan ella pakka saman allir samlir.

Alternativið verður, at Kaj Leo og sambandsflokkurin gerast partar av suppini, og at Kaj Leo politiskt verður liðugur for ever, tí hann ikki kendi sína vitjunartíð.

Verri enn Jørgin verður skoðsmálið frá Føroya fólki. Og verri kann tað ikki blíva.

Dagfinnur Danbjørg.