Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Victor Carlsen

- úti mánadagin við instrumentalu útgávuni “Gjøgnum alt”

Aftur her er ein settur í ta støðuna, at ein ikki følir seg verdugan at seta síni orð og geva hesi útgávuni eina meting.

Tá Victor bjóðaði mær útgávuna, fóru nógvir tankar aftur í tíðina, tá vit vóru saman í ymsum tónleikaligum í Filadelfia.

Tað er ongin ivi um, at eg altíð havi sett Victor høgt í sínum sera góða spæli aftan fyri klaverið, tí hann er bæði gávaður og hevur eitt helt unikt oyra fyri at fáa tónleikin at ganga upp í eina hægri eind.

Tá vit spældu saman, legði ein skjótt merki til hesi evni, tí varð onkur tóni ikki heilt “reinur” sást tað á honum.

Henda útgávan ber sanniliga eisini boð um ein artist við sera sjálvkritiskum arbeiðslagið, tí hvørt einasta lag er bara so heilt ómetaliga væl frágingið.

At hann so hevur fingið sjálvan Mark Coleman, ið rekur Coleman Produktion, at standa fyri tónleikaligu og tøkniligu uppsetingini kann bara geva tað úrslitið, henda útgávan ber boð um – FLOTT!

Eitt av mongu sermerkjunum eg beinanvegin legði merki til var, at tað neyvan er nøkur tilvild at Victor hevur valt sær júst hesi løgini, tí ein reyður tráður er allan vegin ígjøgnum – at hann vil æra sín Gud og faðir.

Kenslan er eisini, at hóast lívið ikki altíð háttar seg, sum vit vilja hava tað, so er tað ein vón, ið Victor onkursvegna vil siga okkum – umvegis tangentarnar.

Eg skal viðganga, at hetta rørdi meg so mikið, at eg var noyddur at turka okkurt tár úr eygnakrókunum, so ynski um at útgávan skal siga okkum nakað, er sanniliga rokkið.

Eitt sermerkt við útgávuni er, at Victor júst hevur valt sær hesar tónleikararnar at hjálpa sær.

Ein hoyrir sera avpussaðan og væl leiktan lut hjá hvørjum einstøkum tónleikara, sum gevur útgávuni ein serligan rúman og góðan klang.

Hann hevur eisini valt at hava tríggjar føroyingar við sær og aftur her, hevur Victor rakt plett, tí hvør handfer guitarin og guitaleluna betur enn Mikkjal Hvannastein, mandolinuna, Petur Bærentsen og tvørfloytuna, Súsanna Joensen.

Eg sat eitt sindur og hugsaði, at tað kanska kundi verði gott við onkrari sangrødd, men eg rokni so meira við, at Victor vil bera okkum ein góðan positivan boðskap, sum júst henda útgávan “Gjøgnum alt” ger – FLOTT OG GJØGNUMFØRT!

Fríðálvur A. Jensen


Brellbiti:

https://www.facebook.com/video.php?v=10152856311498050



Sum skilst er onki samband við hendan linkin, sum fylgdi við ummælinum.