Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vevmyndir úr lundaholum

Aftur í ár er møguleiki at fylgja við á internetinum, hvussu lundarnir trívast í 14 lundareiðrum í Skúvoynni, og hvussu nógvur lundi er í lundalandinum. Lundareiðrini eru øll sama slag og bygd úr plastikkrørum. Í hvørjum reiðri stendur eitt kamera við sambandi til eina teldu, sum varðveitir upptøkurnar.

Í 2010 og 2011 vurpu ávikavist 7 og 8 lundar, men teir rýmdu frá eggunum áðrenn nøkur pisa kom út. Seinasta summar vurpu 12 lundar, og 6 pisur komu út, men tær fyrstu 5 doyðu, tá tær vóru um eina viku gamlar. Tann 6. pisan kláraði tað, og varð floygd 12. september, sum er ein heilur mánaður seinni enn vanligt.

Fyrsta eggið í ár kom 23. mai, so nú verður spennandi at síggja, hvat hendir í summar.

Havstovan hevur í nógv ár kannað støðuna hjá sjófuglinum. Slakar tvær milliónir pør av sjófugli eiga í Føroyum. Tá ið ungfuglurin er roknaður við, eru eini fimm milliónir fuglar undir Føroyum á sumri og harafturat koma so pisurnar. Allur hesin fuglur fær sína føði úr sjónum og er tí ein partur av vistskipanini í havinum. Ein betri vitan, um hvussu sjófuglurin trívist, er tí eisini ein betri vitan um, hvussu stendur til í havumhvørvinum.

Vevmyndir úr lundaholum síggjast her: http://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=155&Itemid=232