Vevmyndir úr lundaholum
Havstovan hevur í nógv ár kannað støðuna hjá sjófuglinum, og nú er møguleiki at fylgja við á internetinum, hvussu lundarnir trívast í 14 lundareiðrum í Skúvoynni og hvussu nógvur lundi er í lundalandinum. Seinastu árini eru sera fáar lundapisur komnar undan og seinastu tvey árini eru lundarnir rýmdir frá eggunum. Teir fyrstu lundarnir hava vorpið og liggja á, so nú verður spennandi at síggja, hvat hendir í summar.
Slakar tvær milliónir pør av sjófugli eiga í Føroyum. Tá ið ungfuglurin er roknaður við, eru eini fimm milliónir fuglar undir Føroyum á sumri og harafturat koma so pisurnar. Allur hesin fuglur fær sína føði úr sjónum og er tí ein partur av vistskipanini í havinum. Ein betri vitan, um hvussu sjófuglurin trívist, er tí eisini ein betri vitan um, hvussu stendur til í havumhvørvinum.
Vevmyndir úr lundaholum síggjast við at trýsta á linkin:
http://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=155&Itemid=232