
Vevmyndir av hægsta fjalli
VEVMYNDIR: Nú summar er, og vevmyndatólini hjá Landsverki ikki verða nýtt til vetrarhald, hevur Landsverk snarað vevmyndatólinum á Gjáarskarði soleiðis, at til ber at síggja niðan á Slættaratind.
Hetta er eitt nógv vitjað stað um summarið, og nú kunnu fólk, sum ætla sær ein gongutúr niðan, kanna líkindini áðrenn.
Sí vevmyndir á heimasíðuni her ella far inn á m.lv.fo á fartelefonini.