Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vevmyndatól sett upp í Mykinesi

TÆNASTA: Í sambandi við at Sørvágs kommuna ynskti at betra um tænastuna í Mykinesi fyri sínar borgarar, kom áheitan á Landsverk um at seta upp myndatól, so til ber at síggja bæði tyrlupallin og niður í gjónna, har báturin leggur at.

Nú ber til at síggja bæði tyrlupallin, atløguplássið í Mykinesi og Mykineshólm á netinum. Hetta er komið í lag í einum samstarvi millum Sørvágs kommunu og Landsverk, sum hevur keypt myndatól, forritað tey og latið tey seta upp í oynni.

Atlantsflog hevur somuleiðis ynskt at fáa myndatól sett upp í somu mastur. Myndatólið peikar út móti Mykineshólmi, so til ber at fylgja við veðrinum, tá flogfør koma inn tann vegin.

Arbeiðið er nú liðugt, og møguleiki er fyri at síggja myndir fyri hvønn minutt her á www.lv.fo.

Leggjast kann afturat, at uppi í haganum í Mykinesi er sett upp ein veðurstøð, sum savnar inn dátur um veður og vind. Veðurstøðin er liður í kanningum í sambandi við ætlanirnar um alternativan tyrlupall í oynni.

Eisini eru myndatólini hent hjá ferðafólkum og gestum, sum kundu hugsað sær eina ferð í Mykines og frammanundan ynskja at vita, hvussu veðrið háttar sær.