Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vesturskúlin í eygsjón

Tórshavnar býráð hevur einmælt samtykt at fara undir at fyrireika tann sonevnda Vesturskúlan úti við Landavegin/Marknagil, sum verður ein samanrenning av Venjingarskúlanum og Kommunuskúlanum.

Jógvan Arge,

formaður í mentamálanevnd

Tórshavnar býráðs

Samtykt er í hesum umfarinum at játta tríggjar mió krónur til at útvega byggiskrá til nýggjan skúla í samsvari við álitið um framtíðar skúlabygnað og skúlabygging í Tórshavnar kommunu.

Samtykt er eisini at seta bygginevnd, og býráðið hevur fyri sín part valt undirritaða sum formann í mentamálanevndini og Jan Christiansen, býráðslim, í hesa kommunalu nevnd. Borgarstjórin tilnevnir tríggjar limir aftrat at umboða umsitingina.

Nýggjur skúlabygnaður

Tórshavnar býráð hevur í hesum viðfangi einmælt samtykt høvuðslinjurnar í einum uppskoti til nýggjan skúlabygnað fyri alla kommununa. Hetta er fyrstu ferð kommunan hevur arbeitt við einum samanhangandi bygnað fyri allar 11 fólkaskúlarnar í kommununi.

Skúlabygnaðurin varð fyrr í ár viðgjørdur í álitinum ”Skúlabygnaður og skúlabygging í Tórshavnar kommunu árini 2012-2021”. Hesin bygnaður hevur avgerandi ávirkan á bæði íløgutørvin í verandi og nýggjar skúlar og á raksturin, serstakliga tímajáttanina til tann einstaka skúlan.

Bygnaðurin hevur eisini avgerandi ávirkan á, hvussu undirvísingin kann skipast bæði í mun til lærugreinir, næmingar, lærarar osfr. Í hesum sambandi hevur tað stóran týdning, at skúlabygnaðurin er so skipaður, at hann stuðlar sum best undir undirvísingarliga virksemið og harvið mennir fakliga stigið.

Samanlegging, forskúli og skúlaskifti

Uppskotið um ein samanhangandi bygnað hevur ávirkan og avleiðingar fyri flestallar skúlarnar í kommununi. Tað setir tí eisini út í kortið, hvørjar íløgur skulu gerast komandi árini.

Størsta uppskotið er at byggja nýggjan skúla í Vesturbýnum og í hesum sambandi niðurleggja Venjingarskúlan og Kommunuskúlan eins og at Nám X verður sjálvstøðugur skúli.

Venjingarskúlin og Kommunuskúlin verða lagdir saman og smalkaðir til trý spor. Hetta er ein effektivisering eisini í samsvari við næmingatalið. Í ætlanini liggur somuleiðis ein dagføring av eldru skúlunum, sum framvegis verða í nýtslu.

Onnur høvuðsbreyting er at skipa forskúla í øllum skúlum, og triðja høvuðsbroyting er, at skúlaskifti verður at fylgja flokkabýtinum í grunddeild (1.-3. flokk), miðdeild (4.-6. flokk) og hádeild (7.-9. flokk). Í hesum sambandi verður farið frá núverandi býtinum, sum er í tveimum, 1.-7. flokk og framhaldsdeild.

Forskúlin er ikki fevndur av samtyktini í býráðnum um bygnaðin, tí forskúli er tilboð, sum kommunan sjálv kann seta í verk, men skúlabygnaðurin leggur ávísan dent á at styrkja innskúlingina, serliga um avgerð verður tikin um forskúlar, har pedagogarnir veruliga koma inn unm skúlagátt.

Somuleiðis verður í nýggja bygnaðinum lagdur dentur á hádeildina 6.-9. flokk, so allir næmingar í hesum flokkum fáa eitt breitt tilboð við skúlasamstørvum og fimm sporum á Eysturskúlanum.

Arbeiðið higartil

Í fólkaskúlalógini er ásett, at ein skúlabygnaður skal verða gjørdur fyri fólkaskúlan í kommununi. Kommunustýrið ger uppskot um bygnað, sum skúlastýrini saman við kommunustýrinum viðgera.

Ein arbeiðsbólkur, umboðandi tey 11 skúlastýrini í kommununi, hevur saman við umboðum fyri trivnaðarfyrisitingina havt álitið til viðgerðar og gjørt ymsar viðmerkingar til tað. Síðani hevur ein annar arbeiðsbólkur útgreinað eitt konsept fyri nýggjan Vesturskúla.

Í hesum seinna arbeiðsbólki hava verið umboð fyri Venjingarskúlan, Kommunuskúlan, Frítíðarskúlan og skúlaumsitingina hjá kommununi.

Um Vesturskúlan sum trýsporaðan heildarskúla við forskúla og frítíðarskúla, verður viðmerkt, at Vesturskúlin saman við ætlanini at flyta Nám X úr Eysturskúlanum er høvuðsfortreyt fyri, at til ber at skipa skúlabygnaðin fyri alla kommununa eftir uppskotinum í álitinum um skúlan í Tórshavnar kommunu árini 2012-2021”.

Sambært fólkaskúlalógini skal landsstýrið góðkenna skúlabygnaðin.