Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

VESTNORDISK HOVEDSTADSFOND JÁTTAÐ 300.000 KR

Grunnurin Vestnordisk Hovedstadsfond Nuuk, Reykjavík, Tórshavn hevði í gjár sín árliga fund, hesaferð í Norðurlandahúsinum. Grunnurin veitir árliga 300.000 krónur í stuðuli til mentan, undirvísing og ítrótt.

Endamálið við grunninum er at styrkja vitan og samstarv millum borgarar og politikarar í Reykjavík, Tórshavn og Nuuk við at stuðla virksemi innan mentan, undirvísing og ítrótt.

Ognin í grunninum er tann peningur, sum tær tríggjar kommunurnar Reykjavíkar kommuna, Tórshavnar kommuna og Kommuneqarfik Sermersooq á hvørjum ári játta til grunnin. Grunnurin veitir umleið kr. 300 000 í stuðli um árið.

Á fundi mikudagin 23. apríl 2014 í Havn viðgjørdi stýrið umsóknirnar til grunnin, og avgjørt varð at veita til samans kr. 300.000 til 11 av teimum 34 umsóknunum.

Í stýrinum fyri grunnin eru nýggju limir, teir eru borgarstjórin og tveir býráðslimir / kommunustýrislimir úr hvørjari av teimum trimum kommununum:

Tórshavn: Heðin Mortensen, borgarstjóri, Jógvan Arge, varaborgarstjóri, og Elin Lindenskov, 1. varaborgarstjóri.

Reykjavík: Jón Gnarr, borgarstjóri, Dagur B. Eggertsson, býráðsformaður, og Hildur Sverrisdóttir, byráðslimur.

Nuuk: Asii Chemnitz Narup, borgarstjóri, Per Berthelsen, kommunustýrislimur, og Malene Lynge, kommunustýrislimur.** Næsti fundur verður hildin í mai 2015 í Reykjavík.