Vestmanna: Kommuskatturin væl hægri enn í fjør
Kommunskatturin í mars og 1. ársfjórðing.
Kommuskatturin í mars varð eins og hinar mánaðirnar í ár væl hægri enn í fjør. Í mars í fjør var kommunuskatturin 3.023.008 kr, meðan hann í ár er 3.178.473 kr. Framgongdin er 5,14%, hetta má sigast at vera eitt sera gott úrslit, einans Hovs Kommuna hevði størri framgongd. Í miðal høvdu kommunurnar eina afturgongd upp á 1,35% í mars í ár.
Grannakommunurnar høvdu væl lakari úrslit enn vit, afturgongd var í Kvívíkar Kommunu (13,14%) og Sørvágs Kommunu (1,81%); framgongd var í Sunda Kommunu (0,77%), Vága Kommunu (1,17%) og Tórshavnar Kommunu (2,91%).
Fyrsti ársfjórðingur hilnaðist væl, framgongdin er 7,13% í mun til sama ársfjórðing í fjør – meirinntøkan er 547.920 kr. Av størru kommununum er tað einans Nes Kommuna, sum hevur størri framgongd (7,69%).