Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vestmanna Camping letur upp

Spildurnýggja kampingøkið í Vestmanna letur upp seinnapartin. Økið er gjørt til bæði húsvognar og tjalding.

Ferðavinnuhøvuðsstaður Føroya, Vestmanna, fer nú at veita føroyingum og útlendskum gestum enn eitt tilboð. Seinnapartin letur nýggja kampingøkið í Vestmanna upp fyri fyrstu húsvognunum. Í hesum sambandi verður lítil móttøka Inni á Fjørð í Vestmanna kl. 17, har øll eru vælkomin framvið at hyggja nærri at umstøðunum og seta spurningar.

Umframt kaffi og karamellur verða Vestmanna-tónar at hoyra.

Á nýggja kampingøkinum er pláss fyri 120 húsvognum umframt at serligar umstøður eru gjørdar at liggja í tjaldi. Aftrat hesum hevur økið hesar hentleikar:

• El-veiting

• Avlopsrør til spillvatn

• Tømingarstøð

• Festing av vogni

• Atgongd til køk

• Vaskimaskina og turkitrumla

• Konu- og mannfólka bað

• Konu- og mannfólka wc

• Tráðleyst internet

Kelda: www.vestmanna.fo