Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vestergaard leggur veiðuna upp mánamorgunin

Eysturoyar Tjóðveldisfelag:

Í rúma tíð hava gitingar farið í ymsar ættir um, í hvørt borði sitandi samgonga fór at leggja róðrið í fiskivinnupolitikkinum. Nú vikuskiftið er hálvbart, er tað farið at ganga sum rótasúpan millum húsaveggirnar, at Jacob Vestergaard, eftir drúgvan túr á ytstu politisku havmiðum, fer at leggja veiðuna upp úti á Tinganeshelluni mánamorgunin, ímorgin - um somu tíð sum menn og kvinnur halda landsstýrisfund. Treystastu uppáhaldini siga, at hann tá fer at biðja Sambands, Mið- og Sjálvstýrisflokkin um undirtøku fyri Fólkafloksins fiskivinnupolitikki, sum í stuttum snýr seg um at tryggja verandi loyvishavarum ævigan ognarrætt til alt livandi tilfeingi, sum føroyska tjóðin eigur í egnum øki og í umbýti við onnur lond í tvílandasáttmálum. Og hartil tað sum hon eigur í strandalandaavtalum og av søguligum rættindum á fjarleiðum. Tilfeingið – búskaparliga grundarlag landsins - skal sambært hesum matrikulerast frá fólkinum til nøkur fá útvald, sum so aftur eiga møguleikan at selja tað m.a. til útlendsk áhugamál, og harvið gerst 200 fjórðinga fiskimarkið virðisleyst. Í ringasta føri verður føroyski kovin tømdur.

Tað, sum hendir í hesum døgum, stendur mát við alra størstu hendingarnar í nýggjari søguligari tíð. Avtøkuna av útlendska einahandlinum – Kongaliga Handlinum – í 1856, og ásetingina av fiskimarkinum í 1977. Hesaferð bara við øvutari ætlan og virknaði. Samgongan ætlar eftir øllum at døma at rulla søguna aftur um frælsa handilin fyri meira enn hálvtannað hundrað árum síðani, og at nýskipa búskapin í miðaldarálíkum feudalum strukturum. Hon ætlar í praksis at rulla fiskimarkið inn í klettin aftur.

Á fyrsta sinni síðani 1954 eigur Eysturoyar Tjóðveldisfelag sum valfelag onki umboð á Løgtingi. Flokkurin eigur harvið onga rødd, sum beinleiðis er sprottin úr felagnum og oynni, sum einaferð var ein af skansum Tjóðveldisfloksins. Tí ditta vit okkum til at koma við eini staðiligari ávaring til øll tykkum fólkavaldu, um at standa heiðursvakt á nátt og á degi hjá fólksins ognum, nú alt bendir á, at ultimativa ránið, sum bíðað hevur verið eftir í eina tíð, sær dagsins ljós á landsstýrisfundinum mánamorgunin hin 28. januar. Tjóðveldisflokkurin hevur eina heilt serliga skyldu í fiskimarksmálinum. Frá stovnanini stríddist flokkurin av øllum alvi fyri at víðka spískamarið hjá føroyingum á egnum havleiðum, og tað kemst ikki av ongum, at Erlendur Patursson var fiskimálaráðharri í fyrru syftuni, táið fiskimarkið bleiv flutt út, og Petur Reinert í hini seinru syftuni.

Tað er trupult at peila seg inn á, hvussu feudala manifestið hjá Jacob Vestergaard er samanskrúvað, nú hann í fyrstu atløgu leggur tað fyri hinar landsstýrisflokkarnar. Ongin sigur seg at vita nakað um innihaldið, politiski fylgibólkurin hevur fingið skýklappar fyri eyguni og er annars tættur sum tunnan. Kortini ber til at gjøllhugsa seg fram til eitthvørt, eftir eini slóð frá samgonguskjalinum umvegis útsagnir hjá Jákupi Mikkelsen og Vestergaard sum fiskimálaráðharrum, væl kryddað við ábendandi kutum úr tingviðgerðum, fjølmiðlum og í almenna rúminum annars.

“Greiður ræðisrættur verður knýttur at veiðiloyvum, fiskidøgum og kvotum. Samgongan saman við fakfólkum ger við útgangsstøði í loyvistreytunum í alilóggávuni uppskot um, hvussu ein tíðaravmarkað/rullandi skipan verður gjørd.” Hendan endurgevingin úr samgonguskjalinum er meginkjarnan í tí, sum verður lagt á blik, táið gluggatjøldini verða drigin frá nakað fram eftir degi mánadagin. Eitt tað størsta skammlopið í parlamentarisku skipanini í mong ár hendi í 2007, táið Fólkaflokkurin trýsti Bjørn Kalsø, táverandi landsstýrismann í fiskivinnumálum, at leggja fram uppskot um broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap soleiðis, at táverandi loyvishavarar frameftir skuldu eiga hin æviga ognarrættin til tað, sum var og hevði verið Fólksins ogn. Royndin miseydnaðist. Frá framløgudegnum stríddust vit í Tjóðveldinum sum úlvar á skóg fyri at steðga hesum ørskapinum, og ímillum aðru og triðju viðgerð í tinginum eydnaðist tað, serliga við góðari hjálp frá Javnaðarflokkinum, sum átti løgmann, at venda rákinum soleiðis, at málið fall. Avreiðingin var steðgað, og tí sita vit í dag við hesum sorópta “2018-problematikkinum.”

Í landsstýrinum brúka teir upprit, tá serlig mál, við miklum meginregluligum týdningi, skulu fáast frá hondini. Eitt slíkt skjal hevur landsstýrismaðurin eyðvitað við sær í skjáttuni mánamorgunin. Fiskivinnulóggávan hevur virkað í 18 ár, tí er sjálvsagdur tørvur á broytingum, og júst í hesum førinum er tað taktiskt skilagott at spjaða fokusið burtur frá meginmálinum, sum er at veita verandi loyvishavarum æviga rættin til fólksins ognir uttan eitt einasta oyra í viðurgjaldi. Fokusið skal flytast burtur frá tí, at Fólkaflokkurin í ramasta álvara er í holt við at rulla samfelagið aftur um avtøkuna av Einahandlinum, og at rulla fiskimarkið inn í klettarnar av nýggjum.

Helst fragmenterar hann soleiðis í uppritinum, at hann m.a. umrøður hitt óliberala, fyri ikki at siga sovjetiska, tilfeingisgjaldið, sum sleppur øllum marknaðarmekanismum upp á fjall, og helst verður tað so kryptiskt skipað, at lítið og onki kemur inn tann vegin. Útlendskur eigaraskapur í vinnuni fer at eiga ein part av uppritinum, hetta m.a. fyri at spæla á nationalu streingirnar hjá onkrum, men Fiskimálaráðið hevur fyri langari tíð síðani mist tamarhaldið á støðuni, og útlendingar hava eftir øllum at døma frítt at fara í føroyskari fiskivinnu. Av óskiljandi orsøkum fer helst at vera skotið upp í uppritinum, at íslendingar sambært Hoyvíkssáttmálanum eiga javnbjóðis rættindi í føroyskari fiskivinnu ájavnt við føroyingar. Ein trælatulking av einum hopleysum sáttmála, sum bara tænir øðrum partinum. Hvønn rætt eiga føroyingar í íslendskari fiskivinnu sambært Hoyvíkssáttmálanum? Stovnsrøkt og burðardygg veiða kemur ivaleyst á breddan fyri at tøla onkran, men hvørjum skal man trúgva, táið hetta eru somu menn, sum tilvitað hava staðið fyri stovnsoyðingini hesi seinastu mongu árini. Tað kann vera mikið gott at hava umsitingarætlanir, men lekur tað ájavnt og ásamt ímillum skins og hold, ímillum teori og praksis, so býðst ikki í bøtur kortini. Fyri at lynna undir frámatrikuleringina, verður “Ogn Føroya fólks” helst broytt til “ogn landsins”, tá flytir legitimiteturin líkasum úr fólkahavinum inn á bonaðu fjalirnar, har politikarar og loyvishavarar hittast dagliga - uttan fólksins gløðandi og ansandi eygu. Umsetiligheitin verður útvatnað, brúksskyldan kemur aftur á hválvið, 60%-reglan verður slept og 3-mánaða reglan somuleiðis, og serliga fer at verða argumenterað við tí, at føroysku bankarnir ikki vilja fíggja kapitalapparatini, hvørki gomul ella nýggj, í føroyskari fiskivinnu, um ikki politiska skipanin tekur betri partar fyri seg, og avreiðir fólksins ognir til nøkur fá múgvandi tandur í hesum landinum. Táið hin politiska skipanin í Føroyum í ramasta álvara fer at brúka grundgevingarnar frá bankasektorinum sum jarnbrot í ætlanini at venda søgugongdini á høvdið, bara fyri teirra egna vinning og vald, tá er stundin komin til at saðla um.

Samanumtikið er ongin ivi um, at ætlan landsstýrismansins í fiskivinnumálum er í løgtingslóg at knæseta æviga ognarrættin til alt føroyskt tilfeingi hjá teimum, sum í dag sita á loyvunum, latin frá almenna myndugleikanum, valdur av fólkinum, fyri onki. Føroyskur fiskivinnupolitikkur er vorðin sum ein hummararúsa, har klaffurin er farin í lás med alla. Tey sum eru innanfyri verða har í allar ævir, í hvussu er haðartil almenna loyvi er kapitaliserað og latið onkrum øðrum, og øvut sleppur onki nýtt blóð upp í leikin í feudala glymur dansinum inni í lógarvardu rúsuni. Jákup Mikkelsen var væl ávegis, hevði tilevnað eitt uppskot um hetta, áðrenn hann varð syftur út av rókini. Og mest hugsandi er tað, at Jacob Vestergaard fer at mæla sínum samstarvsflokkum í samgonguni og politiska fylgibólkinum, mannaður við umboðum úr øllum flokkum á tingi, at onki áramál verður sett á fiskirættindini, men at landið kann siga fiskirættindini upp við 7 til 9 ára varningi. Tað vil siga, at møguliga uppsøgnin (sum er hypotetisk) røkkur yvir tvey-trý valskeið, og tryggjar hetta meiri enn nakað annað, at skuldi tað hent, at ein óargalig samgonga segði loyvini upp við 9 ára varningi, so ber altíð til at draga í land aftur eftir eitt regimeskifti aðru ella triðju ferð.

Fiskivinnupoltikkur og búskaparpolitikkur eru tvær alin av sama vaðmali í Føroyum. Hetta er ein lagnuløta, vit standa í. Landsstýrismaðurin í øllum livandi tilfeingi er í holt við at fáa sær undirtøku fyri at avreiða ognir okkara – fólksins – til nøkur heilt fá menniskju í hesum landinum - sum gávu og søluvøru. Hetta má ikki henda, tí við hesum er í ringasta føri øll vón um framhaldandi lív og menning í oyggjunum fokin fyri alla framtíð. Tað hevur nóg illa kvøtt úr andstøðuni og teimum samgongulimunum, sum valla lata hesa skarnsgerð mótvegis Føroya fólki fara aftur við borðinum – soleiðis uttan víðari. Tímin er nú komin til at fara út á hvørvisteinin at hvøtja sær politisku eggina, at fara upp á barrikadurnar, nú evsta royndarstundin, uttan samanbering, í okkara tíð, liggur handan næstu sýnina.

Eysturoyar Tjóðveldisfelag heitir tí á allar góðar kreftir innan- og uttantings um at gera alt tað sum gerast kann fyri at steðga samgonguni og Jacobi Vestergaard í at avreiða fólksins ognir. Verjið fría initiativið, frælsa handilin, marknaðarmekanismurnar og ikki minst: Verjið fiskimarkið, sum meira enn nakað annað er og skal vera tjóðarinnar spískamar, soleingi føroyingurin húsast í Føroyum. Teir næstu dagarnir á politiska pallinum vera alt avgerandi fyri, hvussu samfelagið kemur at snúgva sær, annaðhvørt ætlaða lógin flytur okkum vinnuliga aftur í hina feudalu miðøld ella fram í eitt uppaftur sterkari vælferðarsamfelag. Málið er risastórt, væl størri enn vit kanska halda tað vera í gerandisdegnum, og áðrenn vit síggja avleiðingarnar, tí hvílir ábyrgdin tung á øllum akslum í hesum døgum fyri at venda einum ætlaðum ósigri til ein sigur.

Reisa vit okkum ikki upp ímóti hesi ætlan, sum í ævir ger føroyingin til træl í egnum landi, so eiga vit kollektivt ábyrgdina mótvegis okkara eftirkomarum, fyri at hesi ólíkindi kundu fara fram, at allar ognir fólksins og tjóðarinnar lógskipað vórðu rændar á alljósum degi í tí Harrans ári 2013.

Tórbjørn Jacobsen, fm.