Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vestergaard ella einki?

Sambandsflokkurin rópar nú varskó og krevur, at arbeiði við at nýskipa fiskivinnuna skal halda fram, og at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum skal gevast at arbeiða einsamallur og við egnum áhugamálum. Vit fegnast um, at Sambandsflokkurin loksins reagerar. Hinvegin undrar tað okkum, at tað í samgonguni bara er hesin eini flokkurin, sum letur við seg koma, tá nýskipanin av okkara fiskivinnu er allarstørsta politiska avbjóðing okkara.

Best sum vit hildu, at nýskipingararbeiðið gekk væl í politiska fylgibólkinum, og at breiðar semjur vóru í eygsjón, valdi Jákup Vestergaard at taka málið í egnar hendur. Við sínum stórlatna arbeiðslagi valdi landsstýrismaðurin at síggja burtur frá politiska bólkaarbeiðinum og frá breiðum semjum og ístaðin leggja fyri landsstýrið sítt egna uppskot grundað á egin áhugamál.

Nógv tann størsti parturin av Føroya fólki vil burtur úr planbúskaparliga fiskivinnupolitikkinum hjá Fólkaflokkinum. Stórur meiriluti er eisini á løgtingi fyri at gera fiskivinnupolitikkin burðardyggan og meira handilsligan. Kortini er tað bara Fólkaflokkurin við Vestergaard á odda, sum ræður fyri borgum. Eingin annar. 

Politisk lagnustund

Politiskt eru vit í eini lagnustund. Órógv er í politisku skipanini, og órógv er í fiskivinnuni. Taktiska spælið hjá Fólkaflokkinum við eina løtu at provokera politisku skipanina og næstu løtuna at lata fiskivinnunýskipanina koma í drag, hevur bara eitt endamál: Einki nýtt skal henda eftir 2018. Verandi planbúskaparligi fiskivinnupolitikkurin skal halda fram. Høvuðsvinna okkara skal ikki rekast burðardygt – hvørki lívfrøðiliga ella búskaparliga. Hetta er ikki bara eitt álop á alla lívfrøði og alla búskaparfrøði. Hetta er eitt álop á vanligt vit og skil.

Vit heita enn einaferð inniliga á politisku flokkarnar í løgtinginum um at seta nýskipanina av høvuðsvinnuni aftur á dagsskránna. Grundaður á eina breiða semju – ikki bara í løgtinginum, men eisini millum Føroya fólk - má nýggi fiskivinnupolitikkurin verða samtyktur í heyst. Hetta er seinasta útkall, um broytingarnar skulu virka í 2018. Øgilig virði standa upp á spæl, og lógin fær avgerandi týdning fyri alla framtíð hjá landi og fólki.

Ein sunn og handilslig høvuðsvinna

Í Framsókn vilja vit gera alt tað, sum stendur í okkara makt, til tess at fáa eina seriøsa viðgerð og eina holla semju um fiskivinnupolitikkin. Okkara útgangsstøði er enn sum áður tann ‘handilsliga fiskivinnan’, sum vit royndu at skitsera undan valinum. Nógvir smálutir eru sjálvandi at tosa um, men samanumtikið halda vit, at:

• Fiskivinnan má gerast handilslig og verða rikin við sunnum keypmansskapi

• Vit mugu lóggeva soleiðis, at tann ónatúrliga stóri vinningurin, sum vit kunnu fáa úr fiskivinnuni, ger so stórt samfelagsligt gagn, sum tilber.

• Vit skulu seta eitt marknaðarstýrt tilfeingisgjald á hvørt kilo av fiski, og at vinnan annars bert skal rinda vanligan partafelagsskatt.

• Vit skulu kanna um kvotur er betri skipan enn fiskidagar.

• Løgtingið skal ikki áseta kvotur ella fiskidagar.

• Ein viðurkend lívfrøðilig umsitingarætlan skal vera karmur um allan fiskiskap undir Føroyum.

• Umsitingarætlanin og ásetan av fiskidøgum ella kvotum skal umsitast av landsstýrinum ella av eini fakligari nevnd.

• Vit skulu eftir 2018 lata ein rímiliga stóran partur av fiskiloyvunum til teirra, sum tá longu eru í vinnuni – tó soleiðis, at eingin kann eiga meira enn ein ávísan part av samlaðu loyvunum.

• Nýggja skipanin skal galda fyri allan fisk undir Føroyum og tað, sum vit samráða okkum til í fremmandum sjógvi.

• Allur fiskur skal landast í Føroyum og verða skrásettur her.

• Tað skal áliggja okkum at gagnnýta alt fiskatilfeingi, sum vit taka úr havinum.

• Bert føroysk skip undir føroyskum arbeiðsmarknaðarsáttmálum skulu fáa fiskiloyvi.

• Útlendingar skulu ikki kunna eiga í veiðuloyvum, men teir kunnu kortini eiga avmarkaðan part í í fiskiskipum.

• Alt fiskatilfeingið er fólksins ogn, og fiskilovi kunnu tí ikki verða sett í veð.

• Tann parturin av fiskiloyvunum, sum ikki verður lutaður út í eini sjey til tíggju ár í senn, skal galda í styttri tíðarskeið – t.d. í eitt til trý ár í senn – og at ein partur av hesum skal tryggjast nýggjum aktørum eftir somu treytum, sum verandi vinnan fær.

• At ein partur av fiskatilfeingi okkara skal verða selt um uppboðssølu ella einihvørjari marknaðarreguleraðari skipan.

Tað er sum nevnt umráðandi, at vinnan í allarseinasta føri til heystar fær at vita, hvat verður galdandi í 2018, tá verandi loyvi fara úr gildi. Nú mugu vit fara til verka - við ella uttan Vestergaard.

Poul Michelsen

Framsókn