Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Veruliga orkuspillið eru myllurnar sum mangla

Tað verður tosað so nógv um orkuspill. Onkur vil vera við, at um vit seta ov nógvar vindmyllur upp í Føroyum nú, so fara vit at framleiða meira el enn vit klára at brúka, og tí fer hendan “avlopsorkan” til spillis.
 
Andstøðan í løgtinginum hevur sett løgmanni og landsstýrisfólkum fyrispurningar um hetta, har tey vístu á, at hetta kann fara at dýrka streymin hjá brúkarunum.
Men hetta vendir fullkomiliga skeivt!

Veruleikin er, at vit liva í einum landi við rættiliga nógvum vindi. Her er nógv orka í luftini, men vit brúka næstan einki av hesi orkuni, tí vit hava ov FÁAR myllur. So vit brenna dýra olju, meðan trampolinir og annað fer fúkandi millum húsini. Tað er tað stóra orkuspillið í Føroyum!

At vit onkuntíð fara at framleiða ov nógv í útbyggingartíðini meðan vit bíða eftir skipanum at goyma orkuna í, tað er ein nógv minni trupulleiki. Stóri trupulleikin er, at tað gongur ov seint við at leggja um til grønar orkuloysnir.

Tí var eg ikki í iva, tá eg sum landsstýrismaður bleiv spurdur um loyvi at seta fleiri vindmyllulundir upp, - og fyrstu úrslitini av tí fara at vísa seg longu í ár.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður