Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Verkfallskurlan og minni av kaffi!

Levi Mørk: Nú eru vit, limur í Føroya Pedagogfelag, farin í verkfall, tí tað var ikki var vilji at geva okkum nakað við samráðingarborðið.

Sum tað nú sær út, eru vit longu gjørd til ”svartaper” í einari telving millum KAF, Fíggjarmálaráðið og fakfelagsrøðsluna hinumegin borðið. Men størsti svartiper, eftir minum tykki er jú tey hinumegin borði og børnini.

Fakfelagsrørðslan var ein samansjóað eind, men er tað tíverri ikki meira. Tað er at vóna, at øll fakfelagsrørslan kemur aftur undir eitt ”sterkt felag”. Tí saman standa við nógv sterkari.

Men við núverandi støðu hevur ”fakfelagsrørslan” tapt slagið sum ein sterk felags eind.

Klassarmunurin millum rík og minni rík økist nú enn meira við núverandi borgarligu politisku stýring, og tað versnar fyri hvønn dag, tíverri.

Vit námsfrøðingar vilja ikki finna okkum í hesum og eri tí farnir í verkfall, og vónandi koma vit væl burtur úr tí.

Tað, sum eg haldi, er langt úti – sæð í mun til okkara støðu -, er, at løgtingsfólk, sum lovaðu at fara niður í løn i des. 2011, hava longu nú - ein mánaða seinni - atkvøtt seg sjálvi til ongan lønaramiss!

 Hetta gjørdu tey nú hóskvøldið í tingsalinum. Hetta er skammandi og brotin vallyfti sum tað stendur eftir.

Tad vóru bara umboð fyri Tjóðveldi, Framsókn og nøkur í Javnfl (men ikki Gerhard Lognberg), sum tóku undir við uppskotinum hjá Framsóknum, at tinglønin skal longur niður.

Rigmor Dam, løgtingskvinna fyri Javnaðarfl., sigur seg koma við egnum uppskoti seinni.

Somuleiðis fáa løgtingsumboðini framvegis 170.000 krónur árliga í skattafríum koyripengum.

Ikki ein av teimum, sum situr í núverandi samgongu, vil geva okkum námsfrøðingum betri sømdir. Tað hava tey nú prógvað. Spennadi verður um politikarnar, sum nú skulu halda røðu undir heitinum ” Krøllan á Vaglinum” sum verður nú leygardagin- aftur fara at forlova seg!

-Eg var ein túr í Løgtinginum í gjár saman vid góðum verkfallspedagogum. Lagið var gott á tingfólki, og tey vóru blíð. Tey høvdu eisini góða fyrireikingartíð og komu so við og við inn í tingsalin. Ja, har sá út til, at har var fyrireikingartið fyri allar pengarnar, áðrenn tingfundurin var settur at vera.

Evnini í tingsalinum vóru fiskur, fiskakvotur, eftirlit av fiski, framleiðsla, SL og Teistin osfr. Alt gott um tað. Men sjálvandi var ikki eitt orð um tey sokallaðu " bleytu virðini " á skránni.

Heldur ikki eitt orð um verkfalli, sum rakar allar Føroyar sera meint í hesum tíðum.

Svarið er kanska nú frá politiskari síðu, at hatta er ein fakfelagsspurningur, so tað er ikki okkara borð!

KAF, Fakfelagssamstarvið og fyrireikingartíð

Kommunala Arbeiðsgevarafelag (KAF), gerð seg klókt í miðlunum um arbeiðsuppgávurnar hja okkum námsfrøðingum og sigur seg skilja, hvat fyrireikingartiðin hjá okkum námsfrøðingum er - og KAF sigur, ”at fyrireikingartíðin er nakað, sum leiðarin skal skipað í samráð við síni starvsfólk.

- KAF hevur parvíst rætt í tí, at leiðarin skipar arbeiðið í samráð við síni starvsfólk.

Men KAF fæst ikki til at skilja, hvussu neyðug okkara fyrireikingartid er – og at henda fyrireikingartíð eigur at vera tryggjað í okkara sáttmála á arbeiðsmarknaðinum.

Fyrireikingartíðin er neyðug fyri at menna tað námsfrøðisliga arbeidið til gagns fyri tað einstaka barnið og brúkaran sum heild.

KAF sigur m.a í sínum tíðindaskrivi, at um pedagogarnar fáa " fleiri timar til fyrireiking, gevur hetta minni tið saman vid børnunum.”

Men hetta er púra skeivt skilt!

Rætta svarið er: Fyrireikingartíðin viðførir meira dygdartíð við børnunum og búðfólkunum!

Tí er fyrireikingartíðin neyðug! – eins og hon er tað hjá fólkaskúlalærarum o.l.!

Virðismetingin av okkara arbeiði er tíverri ikki altíð tann rætta. Vit námsfrøðingar fáa stundum at vita - og eg endurgevið: -"at tit, námsfrøðingar, bara tosa og drekka kaffi."

Um hetta er orsøkin til, at vit ikki fáa meira fyrireikingartíð, veit eg ikki, men eg vil ikki trúgva, at so er.

KAF og Fíggjamálráðið hava dugað væl at finna ein ” svartaper” - og hann bleiv so vit ,námsfrøðingar , og harvið er tann sterki felagsskapurin burtur. Men hinvegin eru tað børnini og foreldur teirra sum tapa slagið við útspælinum frá mótpartinum.

Tað tykist, sum at tónalagið hevur verið: ”lat okkum heldur royna vid snildi at syndra alt fakfelagssamstarvið", so vinna vit. Tad hevur eyðnast væl, um eg so má siga.

Nú eru námsfrøðingarnar einsamallir i verkfalli - meðan hinum fakfeløgunum tiverri tykjast dáma betri flatskatt til tey riku og á tann hátt stuðla okkara borgarligu samgongu.

Føroya Pedagogfelag hevur boðað frá verkfalli av teirri orsøk, sum vit øll vita, at námsfrøðingarnar ikki fingu nakra fyrireikingartið og onga lønarhækkan.

Fráboðanin um verkfallið er eisini tað einasta rætta. Tad vil eg takka nevndini hja Føroya Pedagogfelag fyri - og tad er neydugt, at vit vísa okkara onøgd við støðuna og standa saman, hóast tað rakar ansingin hja okkara børnum, ungum og búðfólkum.

Rós til nevndina fyri gott arbeiði og stríð. Tað er hóast tað, ein góð og sterk kensla, at vera saman við einari sterkari námsfrøðisligari eind, nú um dagarnar, meðan verkfalli stendur við.

Men tað eru eisini, onnur viðurskifti, sum vit áhaldandi skulu stríðast fyri, m.a. framhaldandi fáa hægri løn og ymsar viðbøtur til okkara limir.

Vit hava i dag lægstu løn i landinum, og vit eru langt aftanfyri grannalondini, tá ið talan er um góð sáttmálaviðurskifti. Í so máta er framvegis langt eftir, fyrrenn komið er á mál.

Vit hava ongar generellar viðbøtur td. til skeivar og óætlaðar yvirtíðir. Somuleiðis eru klædnaviðbøtur ikki til í okkara verð.

Eg veit um, at hinu feløgini fáa upp til 200 krónur skattafríar hvønn mánaða í klædnaviðbót, eitt nú fáa sjúkrarøktarfrøðingar hetta, men vit fáa ikki eina krónu. Vit mugu minnast til, at hvør námsfrøðingur og hjálparfólk dagliga kennir til bæði sleiv, snor, máling, rivin klæði og líknandi í arbeiðsdegnum.

Her er heilt vist nakað, sum vit skulu krevja og vísa á undir samráðingum. Men neyðugt er, at mótparturin ikki miskilir okkara støðu.

So her er framvegis mangt, sum vit í Pedagogfelagnum hava at stríðast fyri. ** Er fyrireiking bert ein "kurla"?

Eg má bara spyrja: er fyrireiking og námsfrøðisligt arbeiði nú bert ein ” kurla”, sum tikið var til undir samráðinginum.

Fyrireiking er ein sjálvfylgja fyri starvsfōlk á tí námsfrøðisligaøkinum. Børnini í okkara samfelag eru millum 6 og 9 tímar dagliga á dagstovnum - so her skal jú bædi fyrireiking og orka til.

Lat meg nevna dømi um fyrireikingartið, sum KAF og Figgjarmálaráðid áttu at fingið sær neyðugu vitanina um:

Fyrireingardømi hjá námsfrøðingum.

1. Foreldrasamrøður, 2. Fyribyrgjandi arbeiði, 3. Fyribyrgjandi fundir, m.a.SSP,

4. Samstarvsfundir, 5. Tvørfakligt samstarv, 6. Ítøkiligar menningarætlanir, (børn vid serligum tørvi), 7.

Ársætlanir, 8. Menningarætlanir,9. Tey 7 mennigarøkini, 10. Námsætlanir, 11. Stovufundir, 12. Starvsfólkafundir, 13. Fyrireiking til námsligt virkni, 14. Skipan av degnum, 15. Fyrireika vikuætlanir, 16. Eftirmeting av dagliga arbeiðinum, 17. Skriv til ymiskar myndugleikar.

Eg kundi nevnt fleiri onnur dømi innan okkara arbeiðsøki, sum krevja fyrireiking, men hesi nevndu eru nóg mikið fyri hesaferð.

Somuleiðis verður leikað á næstan hvønn dag av okkara arbeiðsgevaranum um at meira góðska skal til innan okkara øki, og krøvini áfram at vaksa, men lønin fylgir ikki við.

- Tit fáa onga dygdartíð, men einans ansing, hesin tykist tiverri boðskapurin at vera frá teimum, ið sita hinumegin borðið. Men tað eru børn okkara, sum bløða undir hesum hugburði hjá arbeiðsgevarunum.

Vid núverandi figgjarstøðu og borgarligum politikki kunnu vit vænta meira eftirlit í skapi av m.a. stemlingarskipan, skrásetingum av starvsfólki av ymisku slagi og enn fleiri krøv til arbeiðið, men har peningur ikki fylgir við.

Vit skulu eftirmeta og fylgja vid tí, sum er frammi í pedagogiska lívinum her heima og í grannalondum okkara, samstundis sum vit skulu nøkta krøvini frá arbeiðsgevarunum - og krøvini eru sanniliga stór, sum okkara arbeiðsgevarar seta.

Lat meg taka nøkur dømi um onnur krøv t. e.: námsætlanir, virkisætlanir, ársætlanir, brandskeið, trygdarskeið, fyrstuhjálparskeið, leiðaraskeiðir, námsfrøðisligtskeið, hjálparfólkaskeið og umframt ymisk serskeið og undirvising.

Alt hetta skal skipast, og tad tekur sjálvandi fyrireikingartið, og í mínari verð er fyrireikingartíð tað sama sum dygdartíð - og merkir ikki ”minni av tíð til børn okkara,” sum eitt nú KAF og Fíggjarmálaráðið sipa til.

Somuleidis kunnu vit vænta, at enn fleiri stovnar og leiðslur vera lagdar saman. Tá er eisini neyðugt vid fyrireikingartið og meira dygdartið.

Nei, veruleikin er helst tann, at klassamunurin skal økjast hvønn dag, tað síggja vit við núverandi politisku stýring við raðfesting av flatskatti, betongvirðum og við skattafríum koyripengum til løgtingsfólk. Somuleiðis verður ikki lagt uppfyri, at pristalsviðgerðini og kostnaðarstøðinum í mun til lønarlagið hjá okkum.

Tey sokallaðu bleytu virðini verið tíverri raðfest lágt hjá núverandi samgongu - har vóru bert lyfti, sum skuldu svíkjast.

Kanska vóru námsfrøðingarnar so mikið væl fyrireikaðir til samráðingarnar vid KAF og Figgjarmálaráðið, at mótparturin kom bert til tað einu nidurstøðu, og tað var, ”at pedagogarnir skulu ikki bert drekka meira kaffi”. Nei teir skulu ”ansa” børnunum og ikki hava dygdartíð og soleiðis verri stovnar, strongd børn og námsfrøðingar.

Nú siti eg eftir við spurninginum: Var fyrireinkingartíðin bert er ein ”kurla” ?

GG. Les framhaldandi um fleiri orsøkir til fyrireikingartíð á m.a. hesari heimasíðuni hjá landsmyndugleikunum: http://www.namsaetlanir.net/node/2

Levi Mørk

námsfrøðingur